Røða løgmans á almenna fundinum um eina nýggja altjóða veðurlagsavtalu í Norðurlandahúsinum 19. mai. 2009.
Fyrst vil eg takka fyri áhugaverdu fyrilestrarnar í dag. Fyrilestrarnir góvu eina góða mynd av, hvussu stórar avbjóðingar liggja fyri framman. Avbjóðingar sum ongin kann lyfta einsamallur, men sum krevja, at allar heimsins tjóðir og altjóða felagsskapir eru við.
Í samgonguskjalinum hava vit m.a. bundið okkum til at gera eina miðvísa ætlan fyri at minka um luftdálkingina og at lúka altjóða krøv um niðurskurð í útláti av verðurlagsgassum. Serliga varð hugsað um veðurlagsavtaluna, sum skal gerast í Keypmannahavn í desember 2009.
Fyrsta stigi í miðvísu ætlanini hjá samgonguni er gjørd við áhugaverda álitinum “Skjótt syftir seiðir og tunga takið”. Við støði í hesum skjali verður nú arbeitt víðari politiskt við eini langtíðarætlan, ið skal bera okkum á mál. Ein tilgongd, sum kemur at krevja politiskt hegni og gott stev.
Okkara binding í nýggju veðurlagsavtaluni verður gjørd út frá verandi fortreytum, tó so at vit samstundis mugu leggja upp fyri nýggjum vinnugreinum sum t.d. eini oljuvinnu. Tað er umráðandi fyri okkum, at tað eisini verður rúm fyri menning í nýggju veðurlagsavtaluni.
Vit kunnu spyrja, hví vit skulu taka lut. Fyrsta og týdningarmikla svarið er, at vit mugu taka okkara ábyrgd av at minka um útlátið av veðurlagsgassum og harvið globalu upphitingini. Sjálvt um okkara útlát er lítið í alheimshøpi, so er tað sera stórt, um vit rokna tað um til útlát fyri hvønn íbúgva.
Nógvar aðrar orsøkir eru til at taka á okkum skyldu at minka um útlátið av CO2. Brúka vit høvið rætt, so kann henda tilgongd gerast eitt snúningspunkt til ein týðandi búskap, sum verður nevndur “grønur búskapur”. Grønur búskapur er at brúka orkukeldur, sum fyrst og fremst eru grundaðar á varandi orku, so sum vatnorku, vindorku, sólorku og alduorku.
Harumframt er eisini skynsom orkunýtsla og burðadygt byggjarí partur í hesum búskapi. Leggja vit okkum eftir at menna framferðina á hesum økjum, kann roknast við, at nógv nýggj arbeiðspláss verða skapt, og slík vinna skjótt kann gerast týðandi partur í okkara búskapi.
Hinvegin. Lata vit standa til og ikki binda okkum til at skerja útlátið av veðurlagsgassum, so kann tað lættliga koma okkum so dyggiliga afturum brekku. Brúkarar uttanlands fara ikki, sum frálíður, at hava áhuga í at keypa vørur frá einum landi, ið ikki tekur ábyrgd í veðurlagshøpi. Brúkarin fer neyvan at keypa vørur, sum ikki eru veiddar og framleiddar burðardygt.
Vinnan fer heldur ikki í sama mun, sum í øðrum londum, at fáa ágóða av tøkniligu menningini innan orkusparing og nýtslu av varandi orkukeldum. Hetta fer eisini at hava við sær, at kappingarførið versnar.
Í fjør vóru vit vitni til, at hækkandi oljuprísurin skapti stórar trupulleikar hjá pørtum av vinnuni, serliga í fiskivinnuni, sum fyri tað mesta er sera orkukrevjandi. Tað loysti seg ikki hjá fleiri skipabólkum, at at fara til fiskiskap.
Lata vit standa til fáa vit búskaparliga afturgongd, ongin ivi um tað.
Tí hava vit í roynd og veru ikki ráð at lata vera. Og tá so er, kunnu vit eins væl arbeiða okkum fram í fremstu røð og fáa ágóðan av tí.
Vit hava nú eitt gilt høvi at fáa væl burturúr tí broyting, sum tiltøkini í sambandi við niðurskurðin av CO2 fara at krevja. Talan fer at gerast um nýggjar vinnur, sum koma at fáa stórar marknaðir, tí eftirspurningurin eftir loysnum, sum spara orku og loysnir, sum eru grundaðar á varandi orku, fer at vera skjótt vaksandi.
Vit hava á nøkrum økjum góðar fortreytir, t.d. innan sjóvinnuna, har longu fleiri góðar loysnir finnast og aðrar eru ávegis. Slíkar vinnur fara ivaleyst at skapa nógv nýggj arbeiðspláss og geva gott íkast til ein sterkari og meira fjøltáttaðan búskap.
Evna vit tað, so ganga vit ljósari tíðum í møti.
Hóast vit enn ikki vita, hvørji krøvini verða í nýggju veðurlagsavtaluni, mugu vit politikkarar seta okkum greið mál fyri Føroyar. Vit mugu seta tilgongdina í verk við at skapa fortreytir fyri, at neyðugu broyingarnar verða framdar.
Ofta skulu peningaligir fyrimunir til at eggja til broytingar. Tað skal kunna loysa seg fíggjarliga. Tað er serliga her, vit politikkarar í veruleikanum gera av, um broytingar koma í gongd og nær tær koma. Drála vit, so drálar borgarin og vinnan eisini.
Fyri at Føroyar skulu koma í fremstu røð, krevur tað ein virknan politiskan leiklut, og eins tað krevur gott samstarv tvørtur um politisk, vinnulig og almenn mørk.
Tí vóni og vænti eg, at vit fáa gott samstarv og stev í teimum tvørgangandi fylgibólkunum, landsstýrið hevur sett til tess at stuðla tilgongdini á hesum týdningarmikla øki.
Í veruleikanum er ongin kostur í at velja. Vit skulu vera við í nýggju veðurlagsavtaluni. Avbjóðingin og møguleikarnir eru eisini okkara. Lat okkum prógva fyri eftirtíðina, at vit gjørdu alt tað, vit vóru ment fyri at loysa veðurlagstrupulleikarnar.
Vit hava brotið upp um armar, nógv er at fáa frá hondini til ST-veðurlagsfundin í Keypmannahavn í desember í ár, men okkara partur kemur ikki at liggja eftir.
Í hesum mark-tíðum ella “brand”-tíðum, sum tað eisini verður nevnt, er tað sjálvsagt, at vit sum tjóð standa saman um at marka okkum sum veðurlagstjóð í fremstu røð. Tað fara vit og vinnan at kunna heysta ágóðan av.
Kaj Leo Johannesen
løgmaður