
Løgmaður, Kaj Leo Holm Johannesen var gestarøðari á ársfundi hjá Landsfelag Pensjónista, á Hotel Hafnia 17. mai. 2010.
Góðu áhoyrarar – góðu pensjónistar.
Gott er at kenna hitan frá hondum í sleptu!
Soleiðis sigur skaldið Heðin Brú í síni yrking Fedranna tala. Eitt hvørt ættarlið byggir á herðarnar á teimum undanfarnu. Og okkara vælstandur og vælferð er úrslit av hørðum arbeiði, sum onnur undan okkum hava framt.
Endamálið við okkara vælferðarsamfelag er, at hava møguleika at skapa sær eina góða og gevandi tilveru. Øll hava rætt til góð og virðulig kor, eisini tá mann er komin upp í árini. Tey sum hava lyft sínar byrðar og verið við til at bygt upp vælferðarsamfelagið, hava uppiborið góð ellisár.
Tó vil eg loyva mær at siga, at tað eru fáa staðni í heiminum, har pensjónistar hava so góð kor sum í Føroyum. Fólkapensjónin og útgjaldið úr samhaldsfasta eru hækkað seinnu árini, og summir pensjónistar hava harumframt góðar eftirlønarskipanir.
Pensjónistafeløg kring landið hava stóra undirtøku. Nógv feløg eru sera virkin og skipa fyri mongum tiltøkum, har eldri koma saman.
Sum summi av tykkum helst vita, svimji eg um morgnarnar. Í svimjihylinum møti eg mongum eldri og upplivi, hvussu virkin nógvir pensjónistar eru.
Men vit – eisini vit politikarar - hava ofta hug at skera yvir ein kamb og gloyma, at pensjónistar eins og allir aðrir samfelagsbólkar eru ein fjølbroyttur samfelagsbólkur. Tá ið vit møta eldri fólki, sum eru virkin, hava vit lyndi at gloyma, at tað eisini eru eldri, sum eru óhjálpin. Og tá ið vit draga fram, at tað eru pensjónistar, sum sita trongt fíggjarliga, gloyma vit, at tað eisini eru pensjónistar, sum eru væl fyri fíggjarliga. Kjakið um korini hjá pensjónistum verður tí ofta fábroytt. Tí er tað umráðandi, at vit kenna støðuna hjá pensjónistunum, fyri at fáa eina sanna mynd av, hvussu livikorini eru, soleiðis at politiska skipanin fær framt ein skynsaman eldrapolitikk.
Rósa Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum tók tí stig til, at gera eina livikorskanning, saman við Fróðskaparsetrinum og Landsfelag Pensjónista. Málið er at kanna, hvussu pensjónistar í Føroyum uppliva sína støðu. Eitt nú hvussu teirra fíggjarligu og bústaðarligu viðurskifti eru? Um tey fáa nøktandi tænastur, og hvussu teirra sosiala lív er.
Men okkum tørvar ikki nakað greiningararbeiði fyri at staðfesta, at tað eru eldri, sum hava stóran bráðfeingis tørv á røkt, tí tað eru langir bíðilistar til røktarheim og eldrasambýli. Og vit vita, at tað eru pensjónistar, sum ikki hava nógvan pening at liva fyri.
Ein føst útreiðsla, sum pensjónistar oftast hava, er til heilivág. 1. apríl komu nýggjar reglur um tilskot til heilivág, og tilskotið verður nú latið eftir einum progressivum leisti. Hvussu stórt tilskotið verður velst um, hvussu stórar árligu útreiðslurnar til heilivág eru. Jú størri útreiðslur til heilivág, jú størri tilskot. Tað merkir, at borgarar, sum brúka nógvan heilivág, rinda lutfalsliga minni enn tey, ið brúka lítið av heilivági. Fólk eldri enn 67 ár, gjalda ongantíð meira enn 1200 krónur um árið.
Um heilsan er farin at bila, og eldri fáa tørv á røkt, eigur virðilig tænasta at vera ein rættur. Men eldrarøktin kann í dag tykjast fløkt og ógreið, og ofta vantar kunning. Tá ið foreldur søkja um barnaansing til síni børn, fáa tey skjóta og greiða kunning um, hvar á bíðilistanum barnið er. Soleiðis kunnu tey fyrireika seg til tað, ið kemur. Tíverri er støðan ikki tann sama í eldrarøktini, og tí verður arbeitt við at samskipa økið betri.
Ætlanin er, at frameftir skulu røktarheim, sambýlir og heimarøktin kring landið samskipast í sokallað eldrarøktarøki. Økini verða skipað undir einari leiðslu við felags visitatión og upptøkunevnd - heldur enn, sum í dag, har hvørt heim hevur sína egnu upptøkunevnd. Hetta skal tryggja, at skipanin verður einføld og gjøgnumskygd. Fyri tey eldru merkir hetta, at tað verður ein og sama hurð inn í eldrarøktina.
Hesar broytingar fara at hava við sær, at hvørt øki fer at hava eina og somu skráseting og ikki, sum nú, fleiri ymiskar. Tá verður møguligt at gera greiðar og eftirfarandi bíðilistar til tey eldru. Henda samskipan fer eisini at tryggja, at tilboðini og starvsfólkaorka kann verða gagnnýtt til fulnar.
Búfólk á røktarheimum og sambýlum eiga at vera javnsett. Í dag fáa tey, sum búgva á røktarheimum, eina niðursetta pensjón, meðan røktarheimið rindar fyri tænastur og aðrar útreiðslur. Hendan fyriskipan kann tykjast óvirðulig. Ætlanin er tí, at búfólk á røktarheimum frameftir skulu varðveita sína pensjón, sum aðrir pensjónistar og rinda sjálvi fyri tænastur og aðrar útreiðslur, eins og búfólk á sambýlum.
Skulu vit fáa fulla úrtøku úr broytingum innan eldrarøktina, er neyðugt at fáa nøktað tann ovurstóra tørvin á røktarheimsplássum, sum er í løtuni. Tí setti landsstýrið í fjør 95 mió. kr av til at byggja nýggj ellis- og røktarheim, og áhugin í kommunum at byggja er stórur. Eg vænti tí, at landið, saman við kommununum, fer at megna at nøkta mestsum øllum bráðfeingis tørvi á røktarheimsplássum innan fá ár.
Men henda útbygging nøktar bara ein bráðfeingis tørv. Ongin ivi er um, at vit í Føroyum mangla eitt meira breitt úrval av bústaðarmøguleikum til eldri. Flest øll vilja búgva í egnum heimi, so leingi sum møguligt.
Men tað er bæði dýrt og arbeiðskrevjandi at hava og viðlíkahalda eini sethús. Og sum støðan er í dag, eru røktarheim ella sambýli mestsum einasti møguleiki hjá eldri, um heilsan er farin at bila, ella tað er blivið ov møðsamt at halda húsini. Tí eigur næsta stig í útbyggingini av eldraøkinum at vera eldraíbúðir ella býlingar. Eldri vildu fingið møguleikan at hava egnan bústað, sum er betri innrættaður til teirra tørv.
Samstundis kunnu eitt nú heimahjálpir verða knýttar at hesum bústaðareindunum. Á henda hátt fer heimarøktin eisini at brúka minni tíð til ferðing og meiri til røkt.
Vit hava allar møguleikar at tryggja okkum, at vit hava eitt samfelag, har tað er gott og trygt at gerast gamal. Men vit standa frammanfyri avbjóðingum.
Miðalaldurin hækkar støðugt, tí fólk liva longri. Onkur hevur valt at kalla hetta fyri eina eldrabyrðu. Men hetta orðið vil eg ikki kennast við. Tvørturímóti verða tað fleiri eldri, sum kunnu njóta lívsins heyst. Samstundis verður heilsustøðan hjá teimum eldri støðugt betri, so altsamt fleiri pensjónistar hava møguleikan at liva eitt virkið lív, og vit fáa eitt ríkari samfelag fyri øll ættarlið.
Men hetta merkir samstundis, at tað verða lutfalsliga færri hendur á arbeiðsmarknaðinum og færri at fíggja vælferðina. Hetta krevur, at vit mugu endurskoða pensjónsøkið. Tað hevur verið arbeitt við einari pensjónsnýskipan í nøkur ár, og arbeiðið er komið væl áleiðis. Endamálið við umskipanini er at tryggja øllum borgarum virðilig ellisár, har tey, sum hava møguleika, rinda til egnu eftirløn, meðan tað almenna tryggjar tey, ið ikki hava havt møguleika til at spara upp til sína egnu pensjón.
Tað er avgerandi, at vit sum samfelag síggja tey eldru sum ein fjølbroyttan bólk, júst sum aðrir aldursbólkar.
Eldrapolitikkur er ikki bara spurningur um røkt og pensjón. Eitt virkið lív merkir eisini, at fólk fáa møguleika at leggja sína frágongd frá arbeiðsmarknaðinum til rættis, soleiðis at frágongdin hóskar teimum. Tað merkir, at eldri eiga at kunna fara yvir til eitt nú niðursetta arbeiðstíð, bæði fyri og eftir 67 ára aldur, alt eftir, hvussu umstøðurnar hjá tí einstaka eru. Hetta vil eisini gera, at arbeiðspláss kunnu fáa gagn av teimum drúgvu royndum, sum eitt langt og virkið arbeiðslív gevur. Tí tað gráa gullið er dýrabart.
Okkara samfelag verður myndað av øllum aldursbólkum. Fyrr vóru ættarliðini knýtt saman náttúrliga gjøgnum arbeiði í gerandisdegnum. Aldursbólkarnir høvdu brúk fyri hvørjum øðrum – teir fingu og teir góvu – og hetta knýtti ættarliðini saman.
Eg møti nógvum eldri í mínum starvi og í mínum gerandisdegi. Fólki við drúgvum lívsroyndum, royndir tey fegin vilja geva víðari. Vísdómur, sum yngru ættarliðunum tørva. Nútíðin hevur tíverri altsamt størri lyndi at býta okkum upp í aldursbólkar.
Men vit mugu ongantíð gloyma, at bondini millum ættarliðini eru bond sum knýta okkum saman - gera okkum til eitt samfelag. Og í okkara samfelag hava vit tørv á øllum, ungum og gomlum.
Takk fyri!