01.11.2010 · Løgmansskrivstovan

Røða løgmans alhalgunadag 2010

Røða løgmans alhalgunadag 2010
Røðan hjá løgmanni, Kaj Leo Holm Johannesen, á minningarhaldi teirra sjólátnu á Vinnuháskúlanum, 1. november 2010.

At sigla er neyðugt! Soleiðis verður ofta tikið til, og fá munnu kenna hetta betur enn vit føroyingar. Vit, sum búleikast á hesum oyggjum í Atlantshavinum, vita, at havið bæði kann geva og taka.

 

Vit, ið búgva í Føroyum, vita, at samskifti er neyðugt við onnur lond. Frá aldargamlari tíð eru vit bæði komin hendanvegin og eru farin út hiðani. Út í víðu verð við havinum sum farleið. Havið skilir okkum, og havið bindur okkum saman.

 

Menniskjan hevur frá aldargamlari tíð havt stóra virðing fyri havinum. Havið hevur altíð verið ímynd av tí villa. Av tí ótamda.

 

Vit lesa m.a. í skapanarsøguni í Bíbliuni, at myrkur var yvir frumhavinum. Havið ímyndaði kaos, meðan landið var tað skipaða kosmos. Kaos er tað vandamikla. Men kann eisini vera bæði ræðandi og dragandi. Kosmos er tað vakra og trygga. Har er trygt og gott, men viðhvørt er neyðugt at fara út um okkara egna sjónarring at byggja heim og land. At tryggja okkum kosmos og verja ímóti kaos.

 

At sigla er neyðugt. Og viðhvørt noyðast vit gjøgnum lívsins brotasjógvar, um vit skulu røkka upp land. Í slíkum støðum er neyðugt at halda saman og at hava gott áralag.

 

Fáastaðni man symbolikkurin vera sterkari enn í kirkjum okkara, har fólkið situr lið um lið í kirkjuskipinum og rør í felag eystureftur ímóti morgunroðanum. Fólkið rør frameftir í tíðini. Fram ímóti tí bjarta ljósinum og tí góða orðinum.

 

Longu í aðru øld var siður at halda minningardag fyri blóðvitnum.

 

Og enn er alhalgunadagur ein dagur, har vit markera, at vit við tøkk minnast aftur á tey, sum fóru undan okkum. Uttan tey vóru vit ikki tey, vit eru, og vit steðga tí eisini á í dag og takka Hinum Alvalda fyri okkara kæru, sum ikki eru millum okkum longur.

 

Móti endanum av 19. øld kom ídnaðargeringin av álvara til Føroya, og hetta merkti m.a., at Føroyar við sluppunum av álvara gjørdust ein siglandi tjóð.

 

Petur Skeel Jacobsen útgav í 2002 bókina Veður og tíðindi í Føroyum – 1875-2002. Bókin hevur yvirlit fyri hvørt ár yvir tey, sum eru farin á sjónum. Eg eri komin til, at hesi 135 árini hava vit mist 975 av okkara landsmonnum.

 

Undir seinna heimsbardaga mistu føroyingar nógv fólk á sjónum, og stig varð tikið til at skipað fyri minningarguðstænastum. Eitt árið undir krígnum vórðu nøvnini á ikki færri enn 60 sjómonnum, sum vóru deyðir á sjónum farna árið, lisin upp!

 

Hetta hevur merkt mangt heim og manga bygd í Føroyum. Eftir sótu ofta konur og børn, ið syrgdu fyri, at heimini so ella so komu undan – bæði materielt og andaliga, hóast feigdin hevði rakt tey.

 

Eftir kríggið var orðaskiftið um minningardag teirra sjólátnu. Fleiri ymiskir dagar vórðu nevndir, men at enda var semja um at fara aftur til tann gamla minningardagin, fyrsta november, ið kirkjan hevði brúkt sum minningardag frá fyrstu tíðum, til alhalgunadag.

 

Í 1949 samtykti Løgtingið, at fyrsti november skuldi verða minningardagur teirra sjólátnu.

 

Hendan vakra siðin halda vit enn við virðing fyri okkara sjófólki, sum mangan setti sítt lív í váða fyri at vinna okkara landi breyð.

 

Í eini yrking hjá Williami Heinesen, ið Christian Matras hevur týtt, verður kvøtt soleiðis:

 
“Hoyrdu tit havsins andalag,
meðan líggjarnir sungu ein hallandi dag:
stutt er stundin, sum lív várt sá,
havsins lív heldur alt samt á!”
 

Tíðin kann vera góð og dagarnir ljósir. Og tíðin kann vera tung, tá bárurnar bróta í bæði borð. Mannalívið verður ofta samanborið við eina ferð yvir lívsins hav, og tað er neyvan av tilvild, at skøldini hava yrkt sálmar við hesum innihaldi.

 

Í dag minnast vit teir, sum seinasta árið hava funnið ta ævigu havnina. Hesi havnini, ið vit øll sigla fram ímóti, um enn sjókortini eru ymisk, og seglini venda ymiskt. Ættin er tó tann sama.

 

Alt hevur sína tíð, sigur Prædikarin í Gamla testamenti, og hesa tíðina kunnu vit vera takksom fyri at hava fingið frá Tí Alvalda. Takksom fyri ta tíðina, Hann gav okkum, og takksom fyri tey menniskju, Hann gav okkum á ferðini.

 

"Stutt er stundin, sum lív várt sjá.

Men havsins lív heldur alsamt á”.

 

Listamaðurin Janus Kamban, sáli, gjørdi fleiri minnisvarðar kring landið. Hann legði altíð dent á, at hesir varðar skuldu vera ein boðskapur til okkum, ið eftir sita. Hjá okkum, sum skulu líta at teimum: Vit liva og skulu halda fram á leið.

 

Eitt dømi er minnisvarðin í Vestmanna, har útróðrarmaðurin skundsligur við segl um rá undir armi er á veg til útróðar í vónini um fong og lívgan hjá teimum har heima. Hann herjar á, har aðrir fullu frá!

 

Tað sigst, at størri kærleiki finst ikki, enn kærleiki til tey, ið farin eru undan okkum. Tey deyðu krevja onki av okkum. Men sorg er kærleikans prísur. Sorg er kærleiki uttan ein ítøkiligan bústað. Og tí er gott hjá okkum, sum enn eru uppi á døgum, at hava ein minningardag sum í dag, har vit koma saman minnast og virða tey, sum undan eru farin, við vón um styrk og ugga hjá okkum og okkara á vegnum fram í lívinum.

 

Við hesum orðum fari eg vegna Føroya landsstýri og alla ta føroysku tjóðina at lýsa samkenslu við tykkum, ið mist hava ein av tykkara kæru í starvinum á sjónum.

 

Saman drýpa vit høvur í sorg, meðan vit við virðing og takksemi minnast teir, ið farnir eru. Jesus veri hjá tykkum øllum!

 

Hilbert Martin Blástein, Viðareiði, doyði umborð á “Polarhav” 12. november 2009, 29 ára gamal.

 

Hans Jørgen Dam, Sandavági, doyði umborð á donskum farmaskipi við Florida 20. november 2009, 68 ára gamal.

 

Jákup Olsen, 25 ára gamal, druknaður á Toftavatni 4. apríl 2010.

 

Martin Sofus Johannesen, ættaður úr Klaksvík, druknaði við Bursatanga 15. mai 2010, 52 ára gamal.

 

Heini Olsen, funnin millum Hagaleiti og Gøtunes hin 26. mai 2010, 40 ára gamal.

 

Finn Jacobsen, Vágur, hvarv við bingjuskipinum “Taasinge Maersk” í juli 2010, 53 ára gamal.

 

 

 

Kaj Leo Holm Johannesen

løgmaður