01.11.2009 · Løgmansskrivstovan

Røða løgmans minnisdag teirra sjólátnu

Røða løgmans minnisdag teirra sjólátnu
Røða løgmans minnisdag teirra sjólátnu
1. november 2009
 
 
Símun Hansen, ið var lærari í Klaksvík, hevur skrivað tvær bøkur, ið mugu sigast vera fólkaogn. Tær bera hóskandi heitið “HAVIÐ OG VIT”.
 
Í hesum bókum lýsir hann, hvussu vit føroyingar í øldir hava verið óloysiliga knýttir at havinum, haðani livibreyð okkara er komið. Haðani stavar gamla orðafellið, at føroyingar hava “hjallin á sjónum.”
 
Hóast mangt er broytt hjá okkum føroyingum, so er okkara tilknýti at havinum ikki broytt. Vit sanna orðini hjá Jàkupi Dahl, prósti, sála, tá ið hann hugsaði um barnaárini og yrkti:
 
Havið sang yvir mær vøgguljóð,
brimið meg ruraði í blund...
 
Men so broyttist myndin, og lívsins døkku træðrir tóku seg fram í lívsmynstrinum – og tí yrkir hann í sama sangi:
 
Men havið teskaði so undarligt ljóð,
sum grátur tað kendist av sonnum;
og hvør ein alda mót landinum dró,
sum suff frá sjólátnum monnum.
 
Og júst tí eru vit savnað her í dag! Tí er tað, at tjóð okkara steðgar á eina løtu fyri at minnast teir landsmenn, sum sjólótust í árinum, sum fór - síðani seinasta Allahalgannadag.
 
Fá munnu tey ár verða í søgu lands okkara, at eingin er farin á sjónum, men heldur hevur tað verið beiski veruleikin, at fleiri eru farnir, ja heilar skipsmanningar og manningar á útróðrarbátum, ið ikki vunnu upp land.
 
1. apríl í ár vóru níti ár liðin, síðani teir báðir bátarnir úr Hesti fórust. So ómetiliga døpur sum hendan søgan er, so ber hon okkum kortini ein boðskap um tað samanhald og kærleika, sum hevur eyðkent føroyska fólkið í ófrættaløtum.    
                                          
Tvey seksmannafør og eitt 4-mannafar úr bygdini vóru á útróðri hendan dagin. Meðan seksmannaførini á heimleið hildu inn á Kolturssund norðanvert oynna, tók fýramannafarið leiðina undan teimum inn á Hælin, sunnanvert oynna.                                       
 
Tá ið tey bæði seksmannaførini komu at støðni í Hesti, og teir sóu, at fýramannafarið var ikki komið, tá kom ótti á teir. Tá ið tað var vorðið hálvmyrkt, og eingin bátur var komin á støð, var eingin ivi um, at vanlukka var hend.
 
Sjey mans tóku seg saman og mannaðu bát fyri at leita eftir fýramannafarinum og bygdarmonnunum, ið ikki vóru heimaftur komnir. Sorgarsøgan gjørdist hon, at hvørgin báturin kom aftur.
        
Hestbygd misti hendan dagin 11 mans í góðum árum, sum sjólótust í dagliga yrki sínum fyri at vinna sínum kæru tað, ið teimum tørvaði til dagsins uppihald. Eftir sótu mangar einkjur og faðirleys.
        
Søgan um miss á sjónum endurtekur seg dagin í dag. Um tað eru fleiri ella færri, ið sjólátast, ella einans EIN, ið fórst á havinum í einum ári, so er hjartasorgin, tregin og saknurin og missurin hin sami og óbøtandi fyri konu, børn, mammu, pápa, systkin og onnur, ið varða av. Hesi, sum kenna sviðan av deyðans køldu hond og tí veruleika, ið hesin yrkjarin gevur ljóð fyri:
 
Tú deyði ert beiskur, og hart manst tú slá,
tú kemur við sorg og við tárum.
Eg leitaði, leitaði, fann eingi ráð.
Tú deyði ert beiskur, og hart manst tú slá.                     
 
Í slíkum løtum er so lívgandi og gott at eiga grannar, bygdarfólk, vinfólk, skyldfólk og onnur, ið kunnu troysta og ugga. Soleiðis hevur verið í lítla oyggjasamfelag okkara higar til dags. Vónandi fer hetta at verða eyðkenni fólks okkara framvegis:
At vit koma hvørjum øðrum við og styðja, stuðla og styrkja hvønn annan, tá ið lívsins óløgi holva seg yvir einstaklingar og húski.
        
Aftrat hesum berandi samhaldsfesti í føroyska samfelagnum, so hava vit frá barnsbeini fingið ein dyggan førning, ið hevur hildið landi okkara, húskjum og einstaklingum uppi í trongdarløtum: Tað er hin gamla bókin - Bíblian - og boðskapur hennara.
 
Tey fyrstu orðini í Dávids sálmi 121 hava mangan borið ugga og troyst til hini mótfalnu, neyðstøddu og óttafullu:
 
“Eg lyfti upp eygu míni móti fjøllunum; hvaðani skal hjálp mín koma? Hjálp mín kemur frá Harranum, sum hevur skapt himmal og jørð.”
         
Hesi orð hava verið mongum góð í sorgarløtum. Mítt ynski er, at tit, ið mist hava, skulu kenna troyst í hesum somu orðum og styrki Harrans í døgunum, ið liggja fyri framman.
                                     
Við hesum orðum fari eg vegna Føroya landsstýri og alla hina føroysku tjóðina, at lýsa samkenslu við tykkum, ið mist hava ein av tykkara kæru í starvinum á sjónum.
 
Saman drýpa vit høvur í sorg, meðan vit við virðing og takksemi minnast teir, ið farnir eru. Jesus veri hjá tykkum øllum!
 
Pól Sjúrður Nónsgjógv, Leirvík, doyði umborð á “Sandfrakt” 29. desember 2008, 48 ára gamal.
 
Magni Olsen, ættaður av Toftum, búsitandi í Esbjerg doyði umborð á trolaranum “Darwin” 19. august 2009, 47 ára gamal.
 
 
Kaj Leo Johannesen
løgmaður