Setanarrøða løgmans til ráðstevnu um rúsevnismisnýtslu 24. mai 2022
Evni: “Rúsevnismisnýtsla á politiska breddan”
Góðan morgun og vælkomin øll somul.
Ungdómurin er eitt lyklatíðarskeið í eini lívsævi.
Tað er tá, at vit í nógvar mátar verða tilevnað sum menniskju.
Hendingar, sum vit eru fyri, og tað, sum vit velja á ungdómsárum, kunnu hava avgerandi týdning fyri restina av lívinum.
Tíverri koma fleiri av okkara ungu út í eina oyðileggjandi rúsevnismisnýtslu, áðrenn lívið ordiliga er komið í gongd.
***
Tá ið eirindaleysir rúsevnissmuglarar selja okkara ungdómi sítt eitur, gera teir ofta óbótaligan skaða á teir ungdómar, sum misnýta rúsevni.
Men teir gera eisini álvarsligan skaða á alt okkara samfelag.
Í fjølmiðlunum og aðrastaðni hava verið at hoyrt ógvusligar søgur um vaksandi rúsevnismisnýtslu millum ung.
Fleiri beiskar søgur hava nomið mítt hjarta. Tey hava fest seg í minnið.
Eg eri sjálvur pápi at fýra børnum.
Eg blívi keddur, tá eg hoyri søgur um, hvussu okkara ungu stríðast við rúsevni. Og eg blívi illur, tá ið eg hoyri søgur um útlendskar og føroyskar bakmenn, sum fyrilitarleyst oyðileggja teirra framtíð.
Sum Føroya løgmaður kann eg als ikki góðtaka, at ung detta niður í millum og ikki fóta sær í lívinum.
Og eg fari ikki at góðtaka, at smuglarar og seljarar, bara við egnum vinningi fyri eyga, gera seg inn á menniskjalív og á tað føroyska samfelagið.
Tey ungu eru okkara framtíð. Hava vit ikki ein væl virkandi ungdóm í dag, hava vit eitt dysfunktionelt samfelag áðrenn vit varnast tað.
***
Vit skulu í arbeiðsklæðini alt fyri eitt.
Samstundis, sum er eri stúrin um okkara ungu, eri eg bjartskygdur, tá ið eg hyggi út í rúmið her í morgun.
Her eru serfrøðingar, sum hava neyðugu vitanina, sum kenna trupulleikan inn og út, og sum duga at basa trupulleikanum.
Her eru myndugleikar, politikarar og aðrir avgerðartakarar, sum viðurkenna trupulleikan, og sum kunnu gera nakað við hann.
Her eru vit øll – savna saman í einum rúmi – til reiðar at taka eitt tak fyri okkara ungdóm.
Aðalmálið hjá okkum skal vera, at Føroyar eru besta og tryggasta stað at vaksa upp og at vera ungur.
Sama aðalmál var orsøkin til, at eg á várið í 2020 setti í gongd arbeiðið við eini heildarætlan um at fyribyrgja og tálma rúsevnismisnýtslu í Føroyum.
Tað er eitt valaverk, ið varð latið okkum í politisku skipanini fyrr í ár, og tað vil eg takka arbeiðsbólkinum fyri.
***
Men tað er ikki nóg mikið at skriva føgur orð.
Enn hava vit bara róð fyrsta teinin.
Vit skulu nú vísa, at vit vilja gera tað, sum skal til, fyri at steðga rúsevnismisnýtslu.
Vit skulu hava dirvi at seta tiltøk í verk, sum er neyðug fyri at fyribyrgja misnýtslu, og vit skulu bjóða hjálp í serflokki til tey, sum longu hava fingið trupulleikar.
***
Ráðstevnan í dag er eitt stig á hesi leiðini.
Ráðstevnan tekur útgangsstøðið í Heildarætlanini, sum hevur 58 ítøkilig tilmæli, grundað millum annað á hoyringar millum 75 ymiskar partar.
Hoyringspartarnir, sum umboða eina røð av viðkomandi stovnum, felagsskapum, skipanum og kommunum, eru á hvør sín hátt avgerandi fyri at fyribyrgja og at basa rúsevnistrupulleikum.
Arbeiðið við heildarætlanini hevur víst, at rúsevnismisnýtsla er ein viðurkendur trupulleiki, og at evnið hevur stóran týdning fyri mong.
***
Orsøkirnar til at summi ung fáa trupulleikar við rúsevni eru bæði fjøltáttaðar, torgreiddar og víðfevndar.
Tað finnast tíverri ikki einfaldar loysnir.
Eitt, sum tó kemur greitt fram í heildarætlanini, er, at tað hevur avgerandi týdning at fyribyrgja millum okkara yngstu.
At vit frá byrjan eru vakin og ansa eftir børnum og ungum – at tey trívast og eru partur av ein góðum og sunnum felagsskapi.
Tí at vera ungur í dag er ikki tað sama sum fyri 30-40 árum síðani, tá ið eg var ungur í Vestmanna.
Ferðin á samfelagnum er størri. Krøvini tykjast møtimiklari. Sosialir miðlar eru inngrógvin partur av gerandisdegnum og hava kollvelt tað, at vera ungur.
Vit síggja eisini í dag, at nógv ung hava ringa sálarheilsu.
Hetta, vita vit, kann økja um vandan fyri rúsevnismisnýtslu.
Tí hava vit valt at seta í verk eina skipan við ókeypis sálarfrøðiligari viðgerð til ung í aldrinum 15 til 35 ár.
Hetta er bara partur av loysnini. Vit skulu eisini duga betur at varnast tekin um mistrivnað, so vit kunnu fyribyrgja, at børn og ung koma í støður, sum økja um vandan fyri rúsevnismisnýtslu.
Sum tað verður sagt í heildarætlanini; ”besti mátin at tálma nýtsluni er at forða fyri, at nakar hevur tørvin á rúsevni”.
***
Føroyska samfelagið er lítið og á nógvum økjum øðrvísi enn onnur samfeløg.
Tí mugu vit eisini finna loysnir, sum eru egnaðar til okkara viðurskifti.
Føroyskar loysnir, sum virka í Føroyum.
Hetta síggi eg eisini, at arbeiðsbólkurin hevur lagt stóran dent á í heildarætlanini.
Men, hóast føroyska samfelagið er lítið, hava vit sera nógvar myndugleikar, hjálparfelagsskapir og skipanir, sum arbeiða við hesum økinum.
Hetta er ikki bara ein styrki. Ein av niðurstøðunum í heildarætlanini er, at tað kann vera ein vansi, um ymiskir partar ikki samstarva væl um ein trupulleika.
Fleiri av hoyringspørtunum hava gjørt vart við, at hetta kann gera tað trupult at halda skil á og finna røttu skipanina. Ja, at fáa røttu hjálpina.
Og fleiri hava víst á, at tað tykist sum skipanir og stovnar ikki arbeiða nóg væl saman.
Til hetta havi eg ein greiðan boðskap!
Vit, fólkavald, fyrisiting og stovnar eru ikki til fyri okkara egnu skyld.
Vit eru fyrst og fremst fólksins tænarar.
Vit eiga tí at bróta allar múrar niður, sum kunnu vera millum fakbólkar, deildir og stovnar.
Gera vit ikki tað, undirgrava vit endamálið um at tæna fólkinum. So taka vit eyguni av bóltinum.
Eg síggi heildarætlanina og ráðstevnuna í dag sum eitt gott útgangsstøðið at betra um samstarvið.
Eg eri glaður fyri, at tað hevur eydnast okkum at fáa fleiri hoyringspartar, at greiða nærri frá, hvussu tit halda, at vit skulu gera. Og hvussu skipanirnar kunnu gerast smidligari og betri.
Eg vænti, at heildarætlanin og henda ráðstevnan fara at leggja lunnar undir eitt konstruktivt politiskt arbeiði, sum kann menna eina sterka fyribyrging og eina dygga hjálp til tey, sum tørva hana.
Takk fyri og góða ráðstevnu øll somul!