Røða: Samanhald, nærlagni og disiplin eru dygdir, sum ítrótturin lærir okkum.
Løgmaður, Bárður á Steig Nielsen, flutti í kvøld fram røðu í sambandi við hátíðarhald hjá ÍSF fyri ítróttarárið 2019. Tiltakið var í Müllers Pakkhús. Røða løgmans kann lesast niðanfyri.
Gott kvøld øll somul.
Nú eru jólini farin afturum, men eg vil fegin nýta høvið at ynskja tykkum eini gleðilig jól og at takka ÍSF fyri, at tit hava boðið mær og konu míni Rakul til hetta hátíðarhaldið.
Ítrótturin hevur sera stóran týdning fyri felagsskapin og samanhaldið. Og ikki minni týdning, hevur felagsskapurin fyri ítróttin.
Serliga í hesum tíðum har vit uppliva tað heldur paradoksala í einum tøttum, tøkniligum sambandi, sum vit hava við hvønn annan umvegis sosialar miðlar. Tað er ikki neyðugt í dag at fara út ímillum fólk at vera sosialur, tí tú hevur allan heimin framman fyri tær á telduni ella fartelefonini.
Og her er tað, at ítrótturin hevur nakað heilt serstakt at bjóða okkum í samveruni við hvønn annan. Tað síggja vit gjøgnum okkara ungu í dag. Nakað, sum vit onnur eisini hava upplivað og framvegis gera.
Tá tað ræður um ítrótt, ber ikki til at sita inni, men tá eru vit noydd at vera til staðar fysiskt, og tað er bara gott.
Fyri mítt viðkomandi hevur ítróttur verið fundamentið í mínum uppvøkstri í Vestmanna. Serliga er tað kappróður og hondbóltur, sum hava fylt – men eg havi eisini nortið fótbóltin, tá Vestmenningur royndi seg í nøkur ár. Eisini havi eg luttikið aktivt í felagsarbeiðinum og geri tað framvegis, tí ítrótturin hevur givið mær so nógv gott í beinið.
Í ítróttinum lærdi eg, at fyri at vinna er neyðugt at standa saman og at venja hart og miðvíst. Samanhald, nærlagni og disiplin eru dygdir, sum ítrótturin lærir okkum. Og hetta eru dygdir, sum eisini eru týdningarmiklar í eitt nú skúlanum, vinnulívinum og mentanarlívinum.
Í mínari verð fáa flest øll í samfelagnum ágóðan av, at vit læra, at tað er neyðugt við hørðum arbeiði og nærlagni, um vit vilja røkka góðum úrslitum.
Tað er ein sannroynd, at ítrótturin styrkir okkara samanhald og mentan bæði á bygd og í bý. Og ikki minst styrkir ítrótturin okkara samanhald sum land. Tí hevur tað stóran týdning, at vit virðismeta og takka fyri tey megnar avrik, sum lokalu eldsálirnar, ítróttarfeløgini, sersambondini og ÍSF gera.
Stóra tøkk til tykkum øll fyri tykkara ótroyttiliga arbeiði. Tit geva børnum, ungum og gomlum ein felagsskap og læra tey dygdir, sum hava stóran týdning fyri tann einstaka og samfelagið. Tit halda saman upp á bygdirnar, býirnar og allar Føroyar. Takk fyri tað.
Venda vit eyguni úteftir, síggja vit, hvussu stóran týdning tað hevur fyri Føroyar at kappast altjóða. Eitt nú hevur áhugin fyri og týdningurin av Oyggjaleikum verið ómetaliga stórur. Vit hava staðið okkum væl á leikunum higartil. Hetta er ikki nøkur sjálvfylgja, men er eitt úrslit av samanhaldi og miðvísum arbeiði hjá okkara ítróttarfólki, ítróttarfeløgum, sersambondum og ÍSF.
Vit hava eisini sæð tað við fótbóltinum og hondbóltinum, at vit javnan megna at spæla upp ímóti teimum heilt stóru og góðu tjóðunum. Og sum vit vita, ger altjóða luttøka Føroyar kendar.
Fyri framman hava vit enn størri dreymar. Nevniliga, at Føroyar fáa sjálvstøðuga umboðan við Olympisku leikirnar. ÍSF arbeiðir miðvíst fyri, at hesin dreymur gerst veruleiki, og hesum stuðla vit av fullum huga í landsstýrinum.
Nú eru vit øll spent upp á tilnevningarnar. Tað er gott, at skipað verður fyri tilnevningum sum hesum, tí tað eggjar øllum at gera sítt ítarsta í øllum ítróttargreinum. Vit kunnu ikki øll vinna hvørjaferð, men høvuðsmálið er at gera sítt besta, og so ger tað minni, um ein ikki altíð vinnur.
Tá tað er sagt, fari eg at ynskja tykkum, sum eru tilnevnd og tykkum sum fáa heiðurin, hjartaliga tillukku. Somuleiðis ein tøkk til øll fyri skjótt farna árið.
Eg fari at enda við at ynskja øllum eitt spennandi og væleydnað ítróttarár 2020, eins og eitt gott og vælsignað ár í allar aðrar mátar.
Takk fyri.