10.07.2016 · Løgmansskrivstovan

Røða: Sørvingar vilja góða samveru og samanhald

Røða: Sørvingar vilja góða samveru og samanhald

Í gjárkvøldi helt Aksel V. Johannesen, løgmaður, vestanstevnurøðu í Sørvági (myndina omanfyri eigur J. Helgi).

Góðu sørvingar og vestanstevnugestir!

Tað er mær ein stórur heiður at siga nøkur orð til midnáttarsamkomuna í kvøld í Sørvági. Nú eri eg ikki føddur og uppvaksin í Sørvági, men eg havi kortini tilknýti til bygdina. Omma mín, Estrid, var úr Sørvági, dóttir Dunga-Vilhelm og Annilenu. Hon giftist til Klaksvíkar í 1944.

Sum smádrongur vitjaði eg ofta saman við foreldrunum í Sørvági, og vit búðu tá Úti á Lið hjá Arnold ommubeiggja, konuni Brynhild og teimum. Mær dámdi væl í Sørvági, og eg plagdi at spæla við børnini her, og serliga væl dámdi mær at spæla niðri á sandinum.

Omma vitjaði altíð nógv í heimbygdini, og ofta steðgaði hon leingi í Sørvági. Stutt fyri, at Vágatunnilin lat upp, var eg og vitjaði hana. Eg spurdi, um hon gleddi seg til, at fáa fast samband til Vágar, tí nú fór tað at vera nógv lættari at ferðast til Sørvágs. Men hon var ikki stórvegis imponerað: Hon væntaði, at hon fór at fáa herviligt sjóverk í nýggja tunlinum, tí tað fór rulla illa inni í bilinum!

***

Sørvágur er ein sera vøkur bygd, men vakurleikin einsamallur hevði ikki munað nógv, um her ikki eisini búði eitt ágrýtið fólk, sum dugdi at lofta og brúka teir møguleikar, sum tóku seg upp.

Í seinnu helvt av 19. øld tók nógv virksemi seg upp í Sørvági: útróður, fiskivinna og handil. Bygdin vaks skjótt og var stutt eftir aldaskiftið 1900 størsta bygd í Vágoynni.

Her hava verið trolarar og nógv onnur fiskiskip, sum hava ført farm til bygdina og givið arbeiði og inntøkur til bygdafólkið. Tá var rættiligt lív í úti á Bakka.

Flakavirki, tað fyrsta í landinum, var bygt her í 1953. Útróðrarbátarnir høvdu tá eitt stað at avreiða, og skipini komu við saltfiski, sum varð landaður og virkaður her og avskipaður til útlendskar marknaðir.

Tá ið Grønlandsútróðurin tók seg upp síðst í 1950’unum og helt á øll sekstiárini, fóru nógvir sørvingar til Grønlands. Og í bygdini kundi tú tá hoyra fólk tosa um nøkur løgin staðarnøvn sum til dømis “Tovkusakk” ella “Kangarsukk,” og heimafólkið hevði ikki hóming av, hvar hesi støðini vóru.

Tað var kanska eitt sindur av tilvild, at bretar undir krígnum valdu at leggja flogvøllin her í oynni. Men hvussu er og ikki, so er flogvøllurin komin væl við, og er nú eitt av stóru, um ikki tað størsta arbeiðsplássið her. Flogvøllurin lá annars ónýttur í nógv ár aftan á kríggið. Men sørvingar dugdu at síggja týdningin, flogvøllurin kundi fáa, og teir strongdu tí á at fáa sett á stovn flúgving til útlond. Og hetta eydnaðist teimum, tá reglulig flogferðsla millum Føroyar og útheimin byrjaði í juli mánaði 1963.

Vestanstevna var annars í Sørvági árið fyri, í 1962. Tá varð skipað fyri rundferð við einum íslendskum flogfari, sum steðgaði á her við ferðafólki. Sørvingar og stevnugestir hetta árið tustu niðan á flogvøllin. Helst eru onkur tilkomin her í kvøld, sum minnist hesar flogtúrar. Eini 250 fólk tóku av hesum forkunnuga møguleika og fingu eina uppliving fyri lívið.

Vágastevna, sum nú eitur Vestanstevna, var á fyrsta sinni í Sandavági í 1945. Tá var kappróður, hondbólts- og fótbóltdystir, togtogan, fólkafundur og dansur alla náttina. Nógvar góðar Vestanstevnur hava verið í Sørvági gjøgnum árini. Hóast sagt verður, at nógvu festivalarnir hava minkað um áhugan fyri stevnunum, at stevnurnar hava havt og framvegis hava týdning. Ongin hevur nóg mikið í sjálvum sær, og tað er gott at kunna koma saman, hitta fólk, gloyma gerandisdagin eina løtu, fáa upplivingar og skemta sær. So kunnu festivalarnir koma aftrat.

***

Omma mín í Klaksvík, sum var ættað úr Sørvági, plagdi ofta at taka til: “Ikki veit eg, men eitt veit eg...”

Eg fari at loyva mær at siga, sum omma, at ikki veit eg, men eitt veit eg: Og tað er, at Sørvágur hevur sligið sítt navn rimmarfast í huganum hjá øllum føroyingum sum country- og flogbóltsbygd.

Í ár var countryfestivalurin fyri fimtu ferð. Neyvan høvdu teir gomlu sørvingarnir, sum dámdu so væl country, dugað at ímynda sær, at einaferð fóru tær stóru countrystjørnurnar at spæla á Dungasandi. Og hvør hevði trúð, at tú fórt at uppliva Wild West í Sørvági? Tað átti ikki at borið til. Men veruleikin er, at nógv ber til, bara tú hevur vilja og áræði. Í ár var festivalveðrið av tí allarbesta, og eg havi frætt, at nógv, sum vóru á festivali í ár, vóru serliga hugtikin av spælinum hjá Tinganest. Gaman í er Tinganest ikki countrybólkur, men hvat ger tað, tí hýrurin var í hæddini, tá bólkurin, sum hevur heimstað í Sørvági, spældi teir sangirnar, sum allir eru fólkaogn. Eitt nú hjartanemandi sangin “Válandi heim eftir Niðara vegi” hjá Magnus á Stongum, ella “Bygdafrell” hjá Jóan Jakku. Tað sigst, at fólkinum dámdi betur Tinganest enn sjálvt tær stóru útlendsku stjørnurnar. So nú mugu vit ansa eftir, at okkara egnu ikki verða so góðir, at tær stóru útlendsku stjørnurnar ikki tora at koma higar.

Sørvágur eigur í dag nógvar flogbóltsstjørnur, men tað hevur ikki altíð verið so. Eg minnist væl fyrst í hálvfemsunum, at vit í Mjølni dystaðust við SÍ, sum var eitt nýtt felag í bestu deildini. Vit vundu vanliga burturúr SÍ, ofta við úrslitinum 15-1, 15-2. Mín góði politiski vinmaður Jørgen Niclasen var millum leikararnar hjá SÍ tá - og tað er hann enn. Og hóast hann er komin nakað til árs, so var hann við til at vinna 1.deild í ár. Ikki nóg mikið við tí - í ár vann SÍ-liðið hjá monnum eisini FM-heitið í flogbólti í bestu deildini. SÍ hevur góð lið í so at siga øllum aldursbólkum í flogbólti. Og sjálvandi fegnast allir sørvingar um góðu avrikini hjá flogbóltsliðunum.

Ein sørvingur hevur eisini gjørt vart við seg í frælsum ítrótti. Aftur í ár vann Jens Weihe, Jens hjá Rikku, sum gongur ímóti teimum 70, Keypmannahavnar Marathon í sínum aldursbólki. Eitt flott avrik, sum ikki kemur forerandi!

***

Vit hugsa ikki altíð um tað, men samanhald, og tað at øll verða viðurkend og vird, hevur stóran týdning fyri trivnaðin í eini bygd – fyri ikki at siga trivnaðin í øllum landinum. At fólk eru við, og øll kenna seg at hoyra til. Ikki bara tey, sum eru fødd á staðnum ella eru sørvingar av uppruna. Men eisini fremmand og onnur, sum flyta til bygdina, kenna, at tey eru vælkomin. Tey eru eitt aktiv fyri bygdina. Tí tað vísir seg, at har sum fólk kenna seg væl og trívast, har tíma fólk at seta búgv.

Sørvágur hevur víst, at her vilja tit góða samveru og samanhald. Haldið fast í tí, tí tað fer at hilnast best í longdini. Og so kunnu vit – her at enda - taka undir við niðurlagnum í einum av Sørvágssangunum, tann, sum Jónvør Joensen yrkti, har hon syngur:

Sørvágur, tú vakri staður, tú ert heimið fyri meg, mangar góðar tankar goymi eg um teg.

Takk fyri og framhaldandi góða Vestanstevnu!