02.09.2016 · Løgmansskrivstovan

Røða: Viðareiðistunnilin er eitt nýtt og trygt fet inn í framtíðina

Røða: Viðareiðistunnilin er eitt nýtt og trygt fet inn í framtíðina

Við nýggja Viðareiðistunlinum taka vit eitt nýtt og trygt fet inn í framtíðina. Tað segði løgmaður millum annað í røðu síni seinnapartin, tá ið Viðareiðistunnilin varð tikin í nýtslu.

"Bæði sum løgmaður og ikki minst norðoyingur, fegnist eg við tykkum um, at vit nú fáa eina heilt trygga farleið til og av Viðareiði. Tað var ein røtt avgerð, sum bleiv tikin at gera tunnil til Viðareiðis. Tað er tí eitt risa frambrot, at tit nú ekkaleys kunnu senda børn og ungdóm avstað við skúlabussum og bili í stormi ella hálku", segði løgmaður millum annað

Viðareiðistunnilin er ein týðandi liður í útbyggja føroyska samferðslukervið. Málið er, at tað skal verða trygt og gott at ferðast um alt landið.

"Vit stremba støðugt eftir at gera okkara samfelag meiri tíðarhóskandi. Ein grundleggjandi fortreyt fyri, at tað skal eydnast, er eitt gott samferðslukervi. Tað skal bera til at búgva á einum staði og arbeiða aðrastaðni í landinum. Stytta vit teinarnar, økja vit møguleikarnar. Hetta gera vit best við at binda landið so gott og trygt saman sum gjørligt",  vísti løgmaður á í røðu síni.

Lesið røðu løgmans her