
Tingkvinnurnar hjá Framsókn boða frá, at tær taka uppskotið aftur, ið varð lagt fram á løgtingi herfyri.
Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum fer í næstum at leggja fram uppskot, hvussu farast skal fram viðvíkjandi botnfiskaveiðini undir Føroyum í 2019 – harundir spurningarnar um umsitingarætlanir og fiskidagar og kvotur.
Landsstýrið er á einum máli um, at stovnsrøktin og burðardyggur fiskiskapur er høvuðsmálið í øllum arbeiði við umsiting av okkara fiskastovnum.
Aksel V. Johannesen, løgmaður
Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum
Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanríkis - og vinnumálum