Løgmaður, Kaj Leo Holm Johannesen, danski forsætisráðharrin, Helle Thorning-Schmidt og grønlendski landsstýrisformaðurin, Kuupik Kleist høvdu í gjár árliga ríkisfundin. Fundurin var í ár hildin í Igaliku í Suðurgrønlandi.
Á skránni var m.a. menning av samstarvinum í ríkisfelagsskapinum. Stjórnarleiðararnir eru samdir um at arbeiða fyri at styrkja og betra um samstarvið í ríkisfelagsskapinum.
Skulu Føroyar og Grønland gagnnýta møguleikarnar í alheims samfelagnum, mugu londini í størri mun fáa møguleika at røkja egin áhugamál á altjóða pallinum. Samskifti og kunningin millum partarnar á uttanríkis- og trygdarpolitiska økinum eigur eisini at betrast.
Eitt arbeiði verður nú sett í gongd. Partarnir skulu sínámillum finna fram til, hvussu tryggjast kann, at uttanríkispolitisku áhugamálini hjá Føroyum og Grønlandi verða røkt í størri mun, og stjórnirnar í londunum fáa neyðugu kunningina frá donsku stjórnini.
Løgmaður fer at viðgera málið saman við danska uttanríkisráðharranum, ið kemur til Føroyar á vitjan seinni í heyst.
Samstarv innan hav- og veðurlagsgransking
Á fundinum hava løgmaður, forsætisráðharrin og landsstýrisformaðurin gjørt avtalu um at seta í verk eitt samstarv innan hav- og veðurlagsgransking millum granskingarstovnar í Føroyum, Grønlandi og Danmark. Danska stjórnin hevur sett 10 mió. kr. av til samstarvið.
Hetta er eitt framhald og víðkan av verandi havgranskingarsamstarvi, ið hevur verið millum Føroyar og Danmark, sum byrjaði í 2007. Samstarvið verður nú víðkað til eisini at fevna um Grønland. Samstarvið verður, sum higartil, samskipað á Havstovuni. Samstarvspartarnir fara saman at áseta tey ítøkiligu fokusøkini í granskingarsamstarvinum.
Á fundinum umrøddu partarnir eisini m.a. makrelósemjuna, yvirtøku av útlendingamálum og felags arktisku strategiina hjá ríkisfelagsskapinum.