11.10.2013 · Løgmansskrivstovan

Samstarvið við Grønland styrkjast

Samstarvið við Grønland styrkjast
Løgmaður og íslendski uttanríkisráðharrin Gunnar Bragi Sveinsson eru á einum máli um, at Ísland og Føroyar skulu gera sítt til at styrkja sambandið við Grønland á handilsøkinum. Hetta var ein av niðurstøðunum á fundinum í Reykjavík seinnapartin millum løgmann og íslendska uttanríkisráðharran í Hoyvíksráðnum.
 
-       
       -Bæði íslendingar og føroyingar hava áður havt á lofti, at tað verið skilagott at bjóða Grønlandi at gerast partur av Hoyvíkssáttmálanum. Á fundinum í dag varð møguleikin aftur umrøddur, og báðir partar eru sinnaðir at styrkja samstarvið við Grønland. Vit miðja ímóti, at grønlendski landstingsformaðurin Aleqa Hammond verður eygleiðari á næsta fundi í Hoyvíksráðnum, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður
 
 
Løgmaður og íslendski uttanríkisráðharrin umrøddu eisini onnur mál á fundinum seinnapartin. Millum annað varð nomið við avbjóðingarnar á landbúnaðarøkinum og møguleikarnir í arktiska samstarvinum.
 
 
Løgmaður og íslendski uttanríkisráðharrin hava eina ferð um árið fund í Hoyvíksráðnum. Hoyvíksráðið er karmurin, har løgmaður og íslendski uttanríkisráðharrin umrøða felags viðurskifti í Hoyvíkssáttmálanum.