Í samband við ársfundin hjá Norðurlandaráðnum í Helsinki undirritaðu stjórnarleiðararnir og framsøgufólkini í sendinevndunum úr Føroyum, Grønlandi og Álandi í gjárskvøldið eina samstarvsavtalu.
Endamálið við samstarvsavtaluni er at styrkja um leiklutin hjá teimum sjálvstýrandi londunum í norðurlendska samstarvinum. Fyri at fáa munadyggari og sjónligari ávirkan í Norðurlandarráðnum og Norðurlendska Ráðharraráðnum fara londini at víðka um samstarvið og betra um sínámillum kunning í samband við fundirnar í teimum ymisku nevndunum.
Í hesum sambandi sigur løgmaður: “Sjálvstýrandi londini hava í stóran mun felags áhugamál. Við einum greiðari samstarvi fáa vit saman eina sterkari rødd og møguleikan fyri størri ávirkan í norðurlendska samstarvinum.”
Avtalan varð undirritað á Álandskontórinum. Tey, ið undirritaðu vóru: Landsráði Camilla Gunell, Wille Valve, framsøgufólk fyri álendsku sendinevndina, løgmaður Kaj Leo Holm Johannesen, Helgi Abrahamsen, framsøgufólk fyri føroysku sendinevndina, varalandsstýrisformaður Jens B. Frederiksen og Kim Kielsen, framsøgufólk fyri grønlendsku sendinevndina.
(Myndtekstur: Løgmaður, Camilla Gunell og Jens B. Frederiksen.)
(Myndatekstur: Wille Valve, Camilla Gunell, Kaj Leo Holm Johannesen, Helgi Abrahamsen, Kim Kielsen og Jens B Fredriksen.)