10.05.2014 · Løgmansskrivstovan

Seks menningarverkætlanir fingu stuðul í fjør

Seks menningarverkætlanir fingu stuðul í fjør

Føroyar lótu stuðul til seks menningarverkætlanir í 2013.

Samstarvið fevndi um verkætlanir innan heilsu, útbúgvin og at menna haldgóða fyrisiting í ávikavist Kenja, Togo, Nepal, Uganda, Etiopia og Palestina.

Tað stendur skrivað í ársfrágreiðingini fyri altjóða menningarsamstarv og neyðhjálp 2013, ið júst er almannakunngjørd.


Fleiri av verkætlanunum, ið fingu stuðul í fjør, snúgva seg um at tryggja børnum grundleggjandi skúlagongd.


Kanningar og eftirmetingar framdar av m.ø. Heimsbankanum og stórum menningarstovnum vísa, at øktu íløgurnar í útbúgving og heilsu hava givið úrslit.

Men hóast framburðurin er týðiligur, er enn langt á mál at basa fátækdømi.


Millum verkætlanirnar, ið fingu stuðul úr Føroyum í fjør, er ein umfatandi undirvísingar-verkætlan í Uganda, sum felagsskapurin Action Aid stendur fyri, og har ES-Nevndin er høvuðsstuðul.

Játtanin til menningarsamstarv var 2 milliónir krónur í fjør. Harumframt er serstøk játtan til neyðhjálp á 500.000 krónur.

Ársfrágreiðingin kann lesast her