25.02.2011 · Løgmansskrivstovan

Seks stjórnarráð eftir næsta løgtingsval

Seks stjórnarráð eftir næsta løgtingsval

Løgmaður fer í næstum at leggja fyri politisku flokkarnar uppskot um at skipa landsfyrisitingina í seks stjórnarráð. Málið er at fáa í lag semju millum samgongu og andstøðu um framtíðar bygnaðin fyri landsfyrisitingina.
 

Endamálið er at skipa bygnaðin skynsamari, og ætlanin er, at uppskotið skal nýtast sum grundarlag, tá ið málsøkini skulu býtast eftir næsta løgtingsval.


Longu tá fíggjarlógaruppskotið fyri 2011 varð evnað til, legði løgmaður upp fyri at lækka talið á stjórnarráðum úr nýggju niður í seks í 2012. Ætlanin er, at seks stjórnarráð skulu vera grundarlagið undir játtanarkørmunum fyri fíggjarlógina fyri 2012.
 

Løgmaður, Kaj Leo Holm Johannesen, sigur í hesum sambandi: ”Allir flokkar eru samdir um at lækka talið av stjórnarráðum.
Tað er ein stór avbjóðing fyri eitt lítið samfelag sum Føroyar at tryggja eina sterka fyrisiting, tí bæði fíggjarliga- og starvsfólkatilfeingið er sera lítið í mun til størri samfeløg. Tí er alneyðugt, at vit skipa eina munagóða fyrisiting, soleiðis at játtanir og starvsfólkaorka verða gagnnýtt sum best.
Eg havi biðið Løgmansskrivstovuna gera eitt uppskot, heldur enn at lata fyrisitingarliga bygnaðin gerast partur av politisku telvingini eftir hvørt val.