11.06.2010 · Løgmansskrivstovan

Semja um samstarv

Semja um samstarv

Í dag hevur ríkisfundur verið millum teir tríggjar stjórnarleiðararnir Lars Løkke Rasmussen, Kuupik Kleist og Kaj Leo Johannesen. Hesuferð varð fundurin hildin í Skagen.

 
Eftir ríkisfundin varð tíðindafundur við teimum trimum stjórnarleiðarunum hildin.
 
Fleiri mál av felags áhuga vórðu umrødd og viðgjørd, harímillum:
 
Uppskot til stjórnarskipan
Løgmaður Kaj Leo Johannesen kunnaði um uppskotið til nýggja stórnarskipan, sum er til viðgerðar í Rættarnevndini. Grundleggjandi spurningar um partar av uppskotinum vórðu umrøddir. Løgmaður vísti á, at orðaskifti er millum politisku flokkarnar í Føroyum um uppskotið.  Løgmaður legði dent á, at neyðugt er við góðum dialogi um hetta týdningarmikla mál.
 
Løgmaður og danski forsætismálaráðharrin vóru samdir um, at ein nýggj stjórnarskipan skal virða grundlógina, heimastýrislógina og yvirtøkulógina.
 
Samstarv við ES
Orðaskifti var um møguleikar fyri øktum samstarvi millum Føroyar og Danmark við atliti til ynski Føroya um tættari samstarv við ES. Frágreiðingin um Føroyar og ES varð í hesum sambandi umrødd. Løgmaður vísti á, at landsstýrið arbeiðir við at evna til ein nýggjan evropapolitikk og at stuðul frá donsku stjórnini er neyðugur fyri at náa einum tættari og gagnligari samstarvi við ES. Danski forsætismálaráðharrin vísti á, at danska stjórnini er sinnað at veita Føroyum sín fulla stuðul í arbeiðinum at fáa í lag betri avtalur við ES.
 
Støða Føroya í Altjóða Hvalaveiðinevndini
Løgmaður vísti á, at Føroyar ikki taka undir við ætlanini hjá donska stjórnini í Altjóða Hvalaveiðinevdini (IWC) um at atkvøða fyri uppskoti um at seta forboð fyri møguligari stórhvalaveiði. Eisini legði løgmaður dent á, at  IWC virkar fyri burðardyggari hvalaveiðu ístaðin fyri at verða ein friðingarfelagsskapur.     
 
 
Um ríkisfundir
Ríkisfundir eru árligir óformligir fundir millum stjórnarleiðararnar í ríkisfelagsskapinum. Fundirnir eru á skift millum tey trý londini. Endamálið er at kunna sínámillum um áleikandi viðurskifti og at tryggja góðan dialog og samstarv.