Kate Sanderson er sett í starv sum sendikvinna til Evropasamveldið, og Sigmundur Ísfeld er settur í starv sum sendimaður í Keypmannahavn. Størvini vóru lýst leys at søkja innanhýsis á Løgmansskrivstovuni.
Kate Sanderson er 51 ára gomul, útbúgvin Master of Philosophy, University of Sydney, Avstralia. Kate hevur arbeitt í fyrisitingini síðan 1986. Hon var fyrsti stjóri í NAMMCO, Norðuratlantsnevndini fyri umsiting av havsúgdjórum 1993-1998. Hon hevur síðan 1998 verið fulltrúi og serfrøðingur á Løgmansskrivstovuni og í Fiskimálaráðnum, og hon er deildarstjóri á Løgmansskrivstovuni fyri hav, handil og umhvørvi. Kate Sanderson hevur umboðað Føroyar í ymsum millumlanda samstarvi og samráðingum, m.a. sum sendinevndarleiðari og samráðingarleiðari.
Sigmundur Ísfeld er 46 ára gamal, útbúgvin Cand.polit, Universitetet i Bergen, Noregi. Hann var fulltrúi í Vinnumálaráðnum 1996-1998, har hann m.a. hevur umsitið ferðavinnumál, og verið fulltrúi og serfrøðingur á Løgmansskrivstovuni 1998-2005. Sigmundur Ísfeld var sendimaður Føroya í London 2005-2008 og er deildarstjóri á Løgmansskrivstovuni fyri alment diplomati.
Nýggju sendifólkini taka við 1. september 2012. Tey eru sett í trý ár.