Fyrrapartin vitjaðu eitt lið av sendiharrum á Løgmansskrivstovuni, har tey hittu løgmann, Kaj Leo Holm Johannesen.
Løgmaður greiddi frá politisku støðuni og samfelagsviðurskiftum í Føroyum, m.a. búskaparligu støðuni, orkupolitikki, kommunala bygnaðinum, ætlanunum á pensjónsøkinum, nýggja evropapolitikkinum og ætlaðu broytingunum í fiskivinnuni.
Sendiharrarnir vóru m.a. áhugaðir í veðurlagspolitikkinum, og hvussu Føroyar hava skipað politikkin viðvíkjandi oljuleiting.
Sendiharrarnir eru útsendir til Danmarkar kongsríki og eru á vitjan í Føroyum. Í diplomatiska liðnum eru umboð fyri 28 ymisk lond. Sendiharrarnir fara aftur til Keypmannahavnar mikukvøldið.