30.04.2015 · Løgmansskrivstovan

Sendimannaskifti í London og Reykjavík

Sendimannaskifti í London og Reykjavík
Tann 1. september 2015 verða nýggir sendimenn á Sendistovu Føroya í Íslandi og í Bretlandi. 
Áki Johansen, ráðgevi, verður sendimaður í London, meðan Petur Petersen, deildarstjóri, skal røkja sendimannastarvið í Reykjavík.
Samstundis koma Hákun J. Djurhuus og Jóannes Vitalis Hansen heim til Føroya at arbeiða á Uttanríkistænastuni á Løgmansskrivstovuni.