1. juni flutti Sendistova Føroya í Íslandi í nýggj høli. Sendistovan hevur áður hildið til á triðju hædd í Austurstræti 12, í miðbýnum í Reykjavík.
Nýggju hølini eru á triðju hædd í Tungøtu 14, 5 minuttir til gongu frá har sendistovan helt til áður. Sendistovan heldur til í sama bygningi har millum annað sendistova Kanada og onnur halda til. Fleiri aðrar sendistovur halda til í hesum øki. Nevnast kunnu sendistova Russlands, Týsklands, Fraklands.
Skrivstovuhølini eru umleið 150 fermetrar til støddar, og fevnir um alla triðju hædd í bygninginum. Harumframt hevur sendistovan atgongd til sal í bygninginum á gott 200 fermetrar, ið er væl hóskandi til framsýningar, tónleikatiltøk, móttøkur o.s.fr.
Ætlanin er at halda móttøku fyri almenninginum í nýggju hølunum í heyst.