10.03.2015 · Løgmansskrivstovan

Sendistovan í Moskva letur upp

Sendistovan í Moskva letur upp

Í dag 10. mars letur sendistova Føroya í Moskva formliga upp.

Føroyar og Russland hava samstarvað innan fiskivinnu í mong ár. Seinastu árini er føroyski útflutningurin til Russlands og Eysturevropa tó vaksin nógv. Landsstýrið hevur í fleiri ár virkað fyri at betra um handilssambondini við Russland. Málið er nú ein meira víðfevndur handilssáttmáli millum londini, og sendistovan er ein týdningarmikil liður í at røkka hesum.

Bjørn Kunoy, løgfrøðiligur ráðgevi á Løgmansskrivstovuni, er tilnevndur sendiharri. Uppgávurnar hjá  sendiharranum eru at umboða áhugamálini hjá Føroya Landsstýri í Russlandi, umframt at virka fyri betri handilsligum viðurskiftum og at styrkja tey mentanarligu sambondini millum londini. Á sendistovuni starvast tvey fólk. Umframt sendiharran, starvast ein russiskur skrivari.

Seinni í vár verður móttøka á sendistovuni í Moskva, fyri at hátíðarhalda, at sendistovan er latin upp.