21.06.2013 · Løgmansskrivstovan

Sigmundur Davíð Gunnlaugsson kemur til Føroya

Sigmundur Davíð Gunnlaugsson kemur til Føroya

Mánadagin 24. juni kemur íslendski forsætisráðharrin, Sigmundur Davíð Gunnlaugsson til Føroya. Á ferðini skal hann hava fund við løgmann, Kaj Leo Holm Johannesen. Á fundinum fara forsætisráðharrin og løgmaður at kunna hvønn annan um politisku ætlanirnar hjá stjórnunum, og skifta orð um viðurskiftini landanna millum og støðuna í silda- og makreltrætunum.
 

Aftaná fundin hava fjølmiðlar høvi at hitta og seta løgmanni og forsætisráðharranum spurningar. Fjølmiðlar kunnu hitta løgmann og forsætisráðharran í Eysturstovuni á Løgmansskrivstovuni mánadagin 24. Juni kl. 17.
 

Sigmundur Davíð Gunnlaugsson tók við sum forsætisráðharri í mai. Forsætisráðharrin er á rundferð í Norðanlondum, har hann hittir sínar norðurlendsku starvsfelagar.
Forsætisráðharrin fer av landinum aftur týsdagin. 25. juni.

 

 

Meir fæst at vita við at venda sær til Duritu L. Jóansdóttir, fulltrúa á tlf. 556108