30.11.2011 · Løgmansskrivstovan

Skattaskipanin hjá samgonguni er progressiv

Skattaskipanin hjá samgonguni er progressiv

Løgmaður svaraði í dag 30. nov. 2011 munnligum fyrispurningi frá Aksel V. Johannesen, løgtingsmanni, um ætlaðu skattaumskipanina hjá samgonguni. Í hesum sambandi sigur løgmaður, Kaj Leo Holm Johannesen:


Føroyar hava í løtuni millum heimsins hægstu skattatrýst á lønir. Verandi skattaskipan er ein av orsøkunum til, at Føroyar eru tað Norðanlandi, har flest arbeiða niðursetta tíð. Eg vil eisini sláa fast, at skattaskipanin, sum samgongan ætlar at seta í verk, er progressiv. Tey við hægru inntøkunum koma framvegis at gjalda lutfalsliga meira í skatti. Eftir umleggingina fer skattatrýstið í Føroyum at verða meira líkt skattatrýstinum í hinum Norðanlondunum, og tøka inntøkan eftir skatt hjá flestu lønarbólkum fer at samsvara meir við inntøkurnar í okkara grannalondum.
 

Endamálið við skattaumleggingini er at gera tað meira lønsamt at arbeiða. Tað er rætt, at stórur partur av løntakarunum ikki fáa stóran skattalætta, men lágar inntøkur gjalda frammanundan lítlan skatt. Ein skattalætti til hesar inntøkur vil tí sjálvsagt verða avmarkaður. Og í skattareforminum hjá Javnaðarflokkinum var skattalættin til lágu inntøkurnar eisini avmarkaður. Eisini má havast í huga, at tá ið tosað verður um løntakarar, er talan um øll tey, sum hava eina skattskylduga inntøku, harímillum pensjónistar og børn, sum fáa barnapengar. Sambært TAKS høvdu áleið 40 prosent av øllum løntakarum í 2009, eina inntøku undir 10.000 kr. um mánaðin.
 

Sambært kanning hjá Hagstovuni eru ójavnarnir í Føroyum minni enn í øðrum londum. Munurin millum hægstu inntøkur og lægstu inntøkur er munandi lægri enn í grannalondunum. Tað eru færri fólk í Føroyum, sum eru í fátækraváða, og tey, sum eru í fátækraváða, eru lutfalsliga minni fátøk enn í øðrum londum. Tí er ræðumyndin, um at Føroyar eru um at gerast eitt stættasamfelag, misvísandi.

 

 

 

 

Munnligur fyrispurningur til Kaj Leo Holm Johannesen, løgmann

Viðvíkjandi avleiðingunum av flatskattaskipanini

1. Kann løgmaður upplýsa, hvussu nógv ætlaða flatskattaskipanin kostar landskassanum í mistari inntøku árliga?
2. Kann løgmaður upplýsa, hvat ein inntøka á ávíkavist 150.000, 250.000, 600.000 og 1.200.000 krónur fær í skattalætta um mánaðin, og heldur løgmaður, at hetta er sosialt rættvíst?
3. Hvørjar avleiðingar kann ætlaði flatskatturin fáa á fíggingina av okkara samhaldsføstu vælferðatænastum í framtíðini?
4. Hvørjar avleiðingar kann ætlaði flatskatturin fáa á prísstøði í Føroyum?

 

Viðmerkingar
Sambært samgonguskjalinum hjá BADH er ætlanin at gera kollveltandi broytingar í okkara skattaskipan. Ætlanin er at innføra eina flatskattaskipan, sum við orðunum hjá floksfelaga løgmans, Arne Vinthereig, eggjar til stættarmun og skapar eitt samfelag, har ikki allir borgarar hava somu fortreytir til eitt gott lív.
Sambært upplýsingum frá TAKS kemur flatskatturin at økja um hallið á fíggjarlógini við fleiri 100 mió. krónum. Flatskatturin merkir, at hægru inntøkurnar fáa ein stóran skattalætta, meðan tey, sum hava ein inntøku niðan fyri 250 túsund krónur árliga, fáa lítlan og ongan lætta.
Við ætlaða flatskattinum hjá samgonguni er tí stórur vandi fyri, at landskassin kemur at vanta inntøkur, og at tað strukturella hallið á fíggjarlógini økist samsvarandi.
Tá samgongan ætlar at minka munandi um skattainntøkur landskassans verður neyðugt at fíggja vælferðartænasturnar á annan hátt í framtíðini, eitt nú við brúkaragjøldum. Hetta kemur at raka lægri inntøkurnar serliga meint.
Soleiðis er eyðsæð, at gjáin millum rík og fátøk kemur at økjast munandi. Ikki bara tí tey ríkastu gerast ríkari, men sanniliga eisini, tí tey fátøku gerast fátækari.
Ein skattalætti á fleiri 100 tals milliónir hevur ivaleyst við sær eina økta inflatión í samfelagnum. Hækkandi inflatión merkir, at føroysku húsarhaldini fara at kenna sviðan av hækkandi prísum á gerandisvørum og eisini tað kemur at raka lægri inntøkurnar sera meint, tá hesi lítlan og ongan ágóða fáa av ætlaða flatskattinum hjá samgonguni.
Sum leiðari av samgonguni verður løgmaður biðin um at svara hesum spurningum.

 

Á Løgtingi, 29. november 2011
Aksel V. Johannesen