13.08.2009 · Løgmansskrivstovan

Skilagóði fíggjarlógarkarmurin í ólavsøkupakkanum skal haldast

Skilagóði fíggjarlógarkarmurin í ólavsøkupakkanum skal haldast

Landsins politikarar vita, at almennu rakstrarútreiðslurnar eru vaksnar almikið seinastu nógvu árini, og at tað er í tøkum tíma, at vit tálma útreiðsluvøksturin. Ein tílíkur vøkstur yvir longri eitt tíðarskeið klárar neyvan nakað land í vesturheiminum uttan at koyra útav. Tí hevur samgongan sett sær fyri at rætta kósina, so vit eisini í framtíðini kunnu hava eitt vælferðarsamfelag fyri øll.


Tað hevur ikki eydnast í samband við “Ólavsøkupakkan” at vika nakra konto á fíggjarlógini, uttan at tað hevur rakt onkran. Tað ber heilt einfalt ikki til. Tað er skilligt, at øll vilja hava meira, men eingin vil gjalda meira enn neyðugt fyri vælferðina.


Tí er tað okkara uppgáva, sum politikarar, at fremja raðfestingar, ið ikki taka grundarlagið undan vælferðarsamfelagnum uppá sigt. Eg eri sannførdur um, at líkamikið hvørjar raðfestingar ella pakkum vit høvdu komið við til fíggjarlógina fyri 2010, so hevði ein partur av politikarunum og avvarðandi áhugabólkar verið ósamdir. Soleiðis er tað nú einaferð, tá talan er um at tálma almennu útreiðslurnar.


Víst hevur verið á, at vit eiga at læra av eitt nú Danmark, tá vit skrúva vakstrarpakkar saman. Sjálvsagt lata vit okkum eisini kveikja av øðrum, men tað sum hevur størsta týdning, tá ið vit gera okkara vakstrarpakka, er at vit taka støði í okkara egnu viðurskiftum. Her liggja vit helst ikki aftanfyri bæði Danmark og onnur ES lond, tá tað snýr seg um fíggjarvirkna. Vakstrartiltøkini hjá landsstýrinum eru mett at hava eina positiva ávirkan uppá 1,3 % av BTÚ fyrsta árið, og 2,0% næsta árið.


Hvat er so kjarnin í tí kritikkinum, sum hevur verið frammi um Ólavsøkuuppskotið?
 

Fyrsti parturin í okkara uppskoti er at hækka íløgukarmin við 100 mió. kr., ið skal gagnnýtast soleiðis, at eisini annar íløgupeningur fæst til vega. Øll halda tað vera skilagott, sum vit hoyrdu í sonevnda “Vakstrarhúsinum” í SvF, at semja var um eitt “+”. Her var eingin ivi.
 

Annar parturin er at rationalisera landsins rakstur við 75 mió. kr. Eisini breið semja í Vakstrarhusinum um eitt, “+” í SvF, tó so at onkur tiltøk vóru mett at vera minni heppin.
Triði parturin er bygnaðarbroytingar, sum tosað hevur verið um síðani eg kom á ting, og langt áðrenn tað. Allir flokkar á tingi hava víst á stóra tørvin á slíkum broytingum. Men røddir hava nú verið frammi um, at møguliga er løtan ikki tann rætta, ella nú rakar okkurt eitt sindur skeivt o.s.fr. So er spurningurin, um løtan nakrantíð verður tann rætta!
 

Tað er í lagi, at vit, allir landsins borgarar, eru kritisk. Tað skulu vit vera. Men eg sakni stórliga ítøkilig uppskot frá hesum kritikarum um, hvussu vit so skulu megna at tálma almennu rakstrarútreiðslurnar, samstundis sum vit stimbra búskapin. Uppskot um alternativar loysnir eru sum lundi á jólanátt. Larmandi tøgn er frá kritikarum um góð hugskot, sum kunnu minka um hallið á fíggjarlógini, og sum lyfta okkum fram á leið.
 

Fyri at taka samanum so sat eg sum Løgmaður og lurtaði eftir orðaskiftinum um løgmansrøðu og ólavsøkupakka frá kl. níggju mánamorgun til orðaskiftið var liðugt mikukvøld. Tað sum eg kom til var, at av einum útreiðslukarmi uppá 4.643 mió. kr. var einans verulig ósemja um áleið 15 mió. kr. Ósemjan var serliga um mótrokningina av fyritíðarpensiónini við 9,7 mió. kr., umframt aðrar snøklar sum sjálvandi eisini merkjast.
 

Men tað positiva í øllum hesum er, at fyri fyrstu ferð í føroyskari politiskari søgu er tað eydnast einum landsstýrismanni í fíggjarmálum og einari samgongu longu á Ólavsøku at koma við einum útreiðslukarmi við raðfestingum fyri árið eftir, sum vit skulu halda okkum innanfyri.
 

Lat okkum tí saman finna semju um tær umleið 15 mió. krónurnar, og ikki bara rópa í eystur og vest! Tað er nú, samfelagið Føroyar hevur brúk fyri samanhaldi og skilagóðum loysnum, sum røkka langt inn í framtíðina. 

Kaj Leo Johannesen,
løgmaður