23.04.2014 · Løgmansskrivstovan

Søguligur toppfundur í Edinburgh

Søguligur toppfundur í Edinburgh

Skotski høvuðsstaðurin Edinburgh hevur í dag verið karmur um eina søguliga hending.
Fyri fyrstu ferð hava stjórnarleiðararnir úr Føroyum og Skotlandi havt toppfund.

Løgmaður og Alex Salmond, stjórnarleiðari Skotlands, eru samdir um at styrkja samstarvið munandi landanna millum.
- Skotland er í løtuni millum best umtókta landið hjá føroyingum at nema sær hægri útbúgving. Tá ið ræður um hægri lestur, eru stórir møguleikar í at samstarva um útbúgvingartilboð í bæði Føroyum og Skotlandi, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður.

Bæði Føroyar og Skotland fegnast um semjuna í makrelmálinum. Báðar partar vóna nú, at ein nøktandi loysn kann finnast í sildamálinum.

Løgmaður hevur seinnapartin eisini havt fund við Alistair Carmichael, ið er ráðharri hjá bretsku stjórnini í skotskum viðurskiftum. Eins og Alex Salmond, kunnaði ráðharrin í skotskum viðurskiftum um fólkaatkvøðuna í Skotlandi í heyst.

Onnur mál, ið vórðu viðgjørd vóru oljuvinna, handilssamstarv og ferðasambandið millum Føroyar og Skotland.

- Tað er ein sannroynd, at føroyska leitiøkið og økið vestanfyri Hetland er í roynd og veru sama oljuøki. Báðir partar eru samdir um at menna samstarvið, eitt nú innan infrakervið og trygd á sjónum.

Bæði Alex Salmond og Alistair Carmichael vórðu bjóðaðir at koma til Føroya, og báðir eru sinnaðir at koma til Føroya.