Føroya Landsstýri hevur tikið avgerð um at selja allan ognarlutin hjá landinum í P/F Smyril-Line. Talan er um ein ognarlut á 16,238% av samlaða partapeninginum í P/F Smyril-Line.
Sølan skal eftir ætlan verða avgreidd í endanum av november 2023.
Tað er Faroe Law saman við Kamaradvokatinum Poul Schmith, ið stendur fyri søluni.
Nærri kunning um treytir v.m. kann lesast her.