Eg eri sorgarbundin og skelkaður av, at Frakland nú aftur er rakt av skakandi yvirgangsatsóknum. Hetta er óskiljandi og meiningsleyst.
Yvirgangsatsóknirnar í París eru enn eitt álop á okkara grundleggjandi frælsi. Tað er burtur úr vón og viti, at verjuleys fólk, sum eru farin út at eta, á konsert ella til ein fótbóltsdyst, brádliga gerast offur fyri yvirgangi.
Í okkara parti av heiminum hava vit eitt opið og demokratiskt samfelag. Hetta eru virði, vit skulu standa rimmar fast um. Vit hugsa um tey deyðu, særdu og teirra nærmastu. Okkara tankar eru við franska fólkinum í hesari myrku løtu.
Eg fari vegna Føroya fólk at senda François Hollande, forseta Fraklands, samkensluskriv.
Aksel V. Johannesen, løgmaður