Sendistova Føroya í London letur aftur, men okkara áhugamál í Bretlandi og Írlandi verða frameftir røkt úr Brússel.
Løgmaður hevur gjørt av at lata sendistovu Føroya í London aftur í heyst. Avgerðin er liður í rationaliseringum á uttanríkistænastuni í Løgmansskrivstovuni. Virksemið mótvegis Bretlandi verður tó ikki niðurlagt, men verður frameftir røkt frá sendistovuni í Brússel, sum ætlandi verður styrkt í sambandi við umskipanirnar.
Í hesum sambandi sigur løgmaður Kaj Leo Holm Johannesen: “Tað harmar meg, at tað er neyðugt at lata sendistovuna í London aftur. Men Løgmansskrivstovan má, eins og øll onnur stjórnarráð, laga seg til fíggjarligu umstøðurnar. Rationaliseringar mugu tó fremjast, so tær darva sum minst, og eg vænti, at Sendistovan í Brússel frameftir fer at røkja og menna okkara samskifti við Bretlandi og Írland á fullgóðan hátt.”