Vilt tú standa á odda fyri toyminum, sum dagliga tryggjar, at virksemið hjá Føroya løgmanni er væl fyrireikað og fyriskipað?
Starvið
Fremsta uppgávan hjá nýggja deildarstjóranum verður at standa á odda fyri toyminum, sum dagliga er kring løgmann. Viðkomandi skal ítøkiliga tryggja, at alt virksemið hjá løgmanni er væl skipað. Eisini skal deildarstjórin gera sítt til, at samskipandi uppgávurnar hjá løgmanni í landsstýrinum eru væl úr hondum greiddar.
Starvsøkið
Starvsøkið hjá deildarstjóranum fevnir í høvuðsheitum um hesar uppgávur:
- At samskipa politiskar og formligar landsstýrisfundir, samgongufundir eins og fundarluttøku løgmans
- At samskipa virksemið hjá samgonguni, eitt nú at fylgja samgonguskjalinum og avriksyvirlitinum upp
- At hava ábyrgdina av ritarapartinum og kalendara løgmans
- At hava yvirskipaðu ábyrgdina av kunning, samskifti og røðuskriving
- At hava ábyrgdina av formligum viðurskiftum, sum eitt nú lógarprotokoll og landsstýrishandbók
- At standa á odda fyri og samskipa arbeiðið við ymiskum frágreiðingum hjá løgmanni
- At standa á odda fyri serstøkum verkætlanunum
Førleikakrøv
- Viðkomandi kandidatútbúgving frá hægri lærustovni
- Góðar leiðsluførleikar
Persónlig førleikakrøv og royndir
- Góð leiðslu- og samstarvsevni
- Mennandi leiðslustíl
- Skipað og sjálvstøðugt arbeiðslag
- Strategiskt skil
- Politiskt tev
- Góðar samskiftisførleikar, bæði munnliga og skrivliga í føroyskum, donskum og enskum
- Royndir og evni at brúka KT
- Tænastusinni
Løn og setanartreytir
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og viðkomandi yrkisfelag.
Starvið verður lønt í 37. lønarflokki hjá Tænastumannafelag Landsins, umframt eftirløn. Talan er tó ikki um tænastumannastarv.
Setanarøkið fevnir um Løgmansskrivstovuna, stovnar undir henni og hini stjórnarráðini.
Nærri kunning
Umsøkjarar kunnu fáa nærri upplýsingar um starvið við at venda sær til John Rajani, løgmansstjóra, á telefon 555016 ella við telduposti til johnr@tinganes.fo.
Umsóknir við prógvum, lívsrensli o.ø. skulu vera Løgmansskrivstovuni í hendi í seinasta lagi mánadagin 20. september klokkan 12:00. Starvið verður sett frá 1. november 2021 ella eftir nærri avtalu.
Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.
Umsóknir kunnu sendast við telduposti til starv@tinganes.fo
Ella til:
Løgmansskrivstovan, Postrúm 64, Tinganes, 110 Tórshavn