Góða samkoma, góði Rolf Guttesen.
Eg fari at bjóða tykkum at vera vælkomin til hesa lítlu móttøku, sum er hildin í sambandi við, at forlagið Fróðskapur og Løgmansskrivstovan geva út bókina »Spor í Tinganesi« eftir Rolf Guttesen.
Eg fegnist stórliga um forkunnugu bókina, ið lýsir nógv ymisk og sjónlig spor og merkir í hellunum í Tinganesi. Talan er um búmerkir, sólur, árstøl, nøvn, graffiti, bókstavir og krossar, sum øll eru lýst bæði við mynd og teksti.
Í gerandisdegnum hugsa vit nokk ikki so nógv um, hvussu stóran týdning tað hevur at lýsa, granska og varðveita fornfrøðilig tekin og spor – spor, ið kunnu vera við at lýsa, hvørji vit eru og úr hvørjum uppruna – spor, ið lýsa ein týðandi part av okkara samleika. Eg fegnist um, at vit kunnu siga, at hvør steinur í Tinganesi er vendur og kannaður, soleiðis at vit í dag hava vitan um og kenna tey spor, ið fortíðin hevur latið til nútíðina.
Og eg fegnist um bókina, tí hon er eitt viðkomandi íkast til arbeiðsbólkin, ið arbeiðir við at gera eina heildarætlan fyri Tinganes. Arbeiðsbólkurin varð settur fyri tveimum mánaðum síðani at skriva álit um Tinganes, ið skal vera grundarlagið undir verkætlan at fáa Tinganes á eitt støði, har bæði fyrisiting, ferðavinna og fornminni, sum mynda okkara søgu og tjóðarsamleika, koma til sín rætt.
Eisini verður ein fylgibólkur skipaður til tess at tryggja, at Tinganes verður ein samanhangandi partur av býarmyndini, samstundis sum at Tinganes kemur til sín rætt sum fornminni og í sambandi við ferðavinnu. Til hetta arbeiðið at lýsa uttanumøkið í Tinganesi er bókin ‘Spor í Tinganesi’ sjálvsagt eitt týðandi íkast.
Eg eri fegin um, at universitetsforlagið Fróðskapur í samstarvi við Løgmansskrivstovuna hevur givið út hesa fyrstu bókina um øll tey sjónligu sporini í Tinganesi. Á henda hátt hava vit verið við til at stuðla einum týdningarmiklum arbeiði at lýsa og sjónliggera fornfrøðilig spor í klettum og steinum.
Við hesum vil eg takka høvundanum Rolf Guttesen fyri tað arbeiðið, tú hevur greitt úr hondum við tíni bók ‘Spor í Tinganesi’ - eitt dygdargott avrik og ein viðkomandi og hent bók við einum sigandi heiti. Eg vænti og vóni at ‘Spor í Tinganesi’ verður nógvum ein hent bók.
Takk fyri.