Tað vóru rættiliga ymisk sjónarmið og evni, sum fingu umrøðu á ST-hoyringini í mannarættindum, ið Uttanríkistænastan á Løgmansskrivstovuni herfyri skipaði fyri.
Undir framløgunum og orðaskiftinum varð millum annað skift orð um ein nýggjan mannarættindastovn, fosturtøkuspurningin, hjúnabandslógina, rættargangslógina, skert framsagnarfrælsi og at viðurkenna deyvamál sum móðurmál.
Hoyringin varð skipað í tveimum.
Føroyskir áhugafelagsskapir vóru bodnir at leggja fram, og Amnesty International, MBF, LGBT og Pro Vita nýttu høvi at gera vart við viðurskifti á mannarættindaøkinum í Føroyum.
Í seinna parti var alment orðaskifti, og fleiri borgarar tóku orðið.
Freistin at gera viðmerkingar til samandráttin er farin.Ein samandráttur av allari hoyringini kann lesast her