Ert tú løgfrøðingur, og hevur tú hug til at arbeiða við lógarsmíði, ráðgeving og málsviðgerð í landsfyrisitingini? So er hetta starvið á lógartænastuni kanska nakað fyri teg.
Talan er um eitt áhugavert, sjálvstøðugt og avbjóðandi starv, har góðir møguleikar eru fyri fakligari og persónligari menning.
Starvið
Tú fert at arbeiða sjálvstøðugt. Høvuðsuppgávurnar eru at eftirkanna lógar- og kunngerðaruppskot, málsviðgerð, at ráðgeva løgmanni og leiðslu innan títt fakøki, lógar- og kunngerðarsmíð hjá Løgmansskrivstovuni og at vera við at skipa fyri skeiðum um lógardygd o.a.
Títt fakøki er í løtuni m.a: Dátuverndarlógin, lóg um forboð fyri privatum vakmyndatólum, vápnalóg, Ítróttarvedding, lóggáva um eydnuspæl, brúkaraverndarlóg í.s.v. at keypa og selja fastogn, fíggjarrættur, so sum keypilóg, kredittkeypilóg, avtalulóg, brúkaraavtalulóg, tryggingaravtalulóg, fyrningarlóg og ikki vinnurekandi grunnar og feløg.
Førleikakrøv
Umframt løgfrøðiligt embætisprógv, cand. jur., og viðkomandi royndir, verður væntað, at tú sum søkir:
dámar væl at arbeiða sjálvstøðugt
sýnir ábyrgd og skilvísi
ert ágrýtin, nýhugsandi og dámar væl avbjóðingar
hevur lætt við at seta teg inn í nýggj fakøki
dugir væl at samskifta og samstarva saman við øðrum
dugir væl føroyskt í skrift og talu
Tað er ein fyrimunur, at tú hevur royndir innan fyrisiting og kunnleika til tey fakøki, sum tú fert at hava ábyrgd av.
Løn og setanartreytir
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Búskapar- og løgfrøðingafelag Føroya.
Setanarøkið fevnir um Løgmansskrivstovuna, hini stjórnarráðini og stovnar undir stjórnarráðunum. Tænastustaðurin er í løtuni Løgmansskrivstovan.
Nærri kunning um starvið
Eru spurningar, eru umsøkjarar vælkomnir at venda sær til Nellu Festirstein, deildarstjóra, á tel. 558076 ella senda teldubræv til nellaf@tinganes.fo.
Meira kann lesast um lógartænastuna her: Um lógartænastuna - Løgmansskrivstovan (lms.fo)
Umsóknir
Umsóknir við upplýsingum um útbúgving, CV og møguligum viðmælum skulu sendast til:
Løgmansskrivstovan
Postrúm 64, Tinganes
110 Tórshavn
ella við telduposti til: info@tinganes.fo
Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 22. mars 2021. Starvið verður sett skjótast til ber.
Lógartænastan, sum er deild á Løgmansskrivstovuni, hevur fakligu ábyrgdina av løgmálum, sum fevnir um bæði lóggávu, sum er undir føroyskum málræði, og so ríkislóggávu. Lógartænastan ráðgevur øðrum stjórnarráðum í lógartøkniligum spurningum og eftirkannar øll lógaruppskot og kunngerðir, sum stjórnarráðini gera.
Lógartænastan umsitur Kunngerðaportalin, har allar rættarreglur skulu lýsast, sum skulu galda í Føroyum og Logir.fo, sum er ein tænasta til borgaran, vinnulív, stovnar og aðrar myndugleikar, har man skjótt kann kunna seg um galdandi lóggávu í Føroyum.
Lógartænastan skipar eisini fyri ymiskum skeiðum um lógardygd og ger rundskriv og leiðbeiningar um lógardygd.
Fakøkini, sum Lógartænastan hevur ábyrgdina av, eru m.a. hesi: Lóg um alment innlit, fyrisitingarlóg, revsilóg, frástøðuboðslógin, dátuverndarlóg, lóg um forboð fyri privatum vakmyndatólum, vápnalóg, eydnuspælslógin, brúkaraverndarlóg í samband við keyp og søla av fastogn, keypilóg, kredittkeypilóg avtalulóg brúkaraavtalulóg, deponingslóg, fyrningarlóggáva, løgregla, pass, rættargangur, Kunngerðarblaðið, Kunngerðaportalurin, Logir.fo.