Námsfrøðingar, námsfrøðihjálparar, hjálparfólk, heilsurøktarar og heilsuhjálparar við og uttan útbúgving verða umfataðir av lønarlyftinum.
Í samgonguskjalinum varð avtalað, at samgongan vil geva lægst løntu bólkunum á umsorganarøkinum eitt lønarlyft.
Landsstýrið hevur avgjørt, at hesir bólkar verða umfataðir av lønarlyftinum: Námsfrøðingar, námsfrøðihjálparar, hjálparfólk, heilsurøktarar og heilsuhjálparar við og uttan útbúgving.
Talan er um bólkar sum starvast innan eldra-, dagstovna- og almannaøkið, har trupult er at nøkta starvsfólkatørvin.
Oman á lønarkarmin
Lønarlyftið kemur oman á lønarkarmin og verður ikki partur av lønarsamráðingunum annars.
Nógv størsti parturin av hesum bólkum eru í starvi á kommunala økinum.
Sum endurgjald fyri kostnaðin av lønarlyftinum hjá kommununum verður gjørd ein broyting í fíggingini av skattafrádráttinum hjá pensjónistum. Tøka inntøkan hjá pensjónistunum verður óbroytt.
Hesin fíggingarleistur fylgir vaksandi talinum av pensjónistum og ger sostatt, at samsvar er ímillum fígging og fíggingartørv.
Frá 1. januar 2024
Lønarlyftið verður mett at kosta umleið 47 mió. krónur brutto.
Lønarlyftið fær virknað frá 1. januar 2024.
Landsstýriskvinnan í fíggjarmálum, Ruth Vang, fer í næstum at kunna fakfeløgini hjá nevndu bólkum nærri um, hvussu lønarlyftið verður framt.
Aksel V. Johannesen | Høgni Hoydal | Ruth Vang |