30.09.2013 · Løgmansskrivstovan

Starvsfólk hava álit og virðing fyri hvørjum øðrum

Starvsfólk hava álit og virðing fyri hvørjum øðrum
Starvsfólk í landsfyrisitingini halda, at teirra arbeiðsuppgávur eru innihaldsríkar, og at tey geva eitt týdningarmikið íkast til arbeiðið. Tað staðfestir ein trivnaðarkanning, sum uttanhýsis ráðgevi hevur gjørt fyri føroysku miðfyrisitingina. Eisini vísir kanningin, at nógv tann størsti parturin av starvsfólkunum hevur álit og virðing fyri øðrum starvsfólkum í fyrisitingini.
  
-          Endamálið við Trivnaðarkanningini er at fáa eina ábending um, hvussu starvsfólkið trívist. Hon er eitt gott amboð, tí við góðum trivnaði fáast bestu úrslitini. Kanningin gevur eina støðumynd av, hvussu okkara starvsfólk hava tað í gerandisdegnum. Yvirskipað er støðan góð, men tað eru eyðvitað altíð ávís øki, ið vit eiga at betra um, sigur Marjun Hanusardóttir, stjóri á Løgmansskrivstovuni.
 
Trivnaðarkanningin vísir millum annað, at nógv starvsfólk halda seg hava eitt krevjandi starv, og at tey av og á ikki kenna seg hava nóg nógva tíð og orku til arbeiðið. Harafturat vísa starvsfólk í kanningini á, at møguleikarnar at førleikamenna seg kundu verið betri. Trivnaðarkanningin gevur eisini ábendingar um, at nøkur starvsfólk stundum kenna seg meira útsett enn gott er.
 
-          Miðfyrisitingin roynir støðugt at betra um umstøðurnar hjá okkara starvsfólkum, tí tá fáa vit bestu avrik sum frálíður. Úrslitini í kanningini geva okkum møguleika at arbeiða meira miðvíst við teimum avbjóðingum, ið kanningin varpar ljós á, vísir Marjun Hanusardóttir á.
 
Í alt 130 starvsfólk ella umleið 78 % av samlaða starvsfólkatalinum luttóku í trivnaðarkanningini, ið varð gjørd í vár.
 
Trivnaðarkanningin kann lesast her