31.03.2015 · Løgmansskrivstovan

Starvslesandi til føroysku sendistovurnar og føroysku landsfyrisitingina

Starvslesandi til føroysku sendistovurnar og føroysku landsfyrisitingina

Sendistovurnar og føroysku stjórnarráðini taka vanliga inn starvslesandi tvær ferðir um árið, og nú nærkast umsóknarfreistin at søkja um at gerast starvslesandi seinnu hálvu í 2015. Í hesum umfari vænta vit, at stjórnarráðini og sendistovurnar í Brússel, Keypmannahavn, London og Reykjavík taka ímóti starvslesandi. Hesaferð ber ikki til at søkja sendistovuna í Moskva.

Freistin at søkja er mikudagin 8. apríl 2015 á middegi. Vinaliga sendið til info@tinganes.fo

At vera starvslesandi gevur tær góðar royndir, og fyri sendistovuna ella landsfyrisitingina ert tú ein virðismikil arbeiðsmegi. Seinastu árini hava nógv starvslesandi verið á sendistovum okkara, og tað gerst alt meira vanligt hjá føroyingum undir útbúgving at vera starvslesandi í stjórnarráðum okkara.

Les meira um at gerast starvslesandi í Uttanríkistænastuni á:

http://www.lms.fo/arbeidsoki/stjornarsamskipan/starvslesandi/starvslesandi-i-foroysku-sendistovunum/

Les meira um at gerast starvslesandi í landsfyrisitingini á:

http://www.lms.fo/arbeidsoki/stjornarsamskipan/starvslesandi/starvslesandi-i-midfyrisitingini/

Til starvslestur í landsfyrisitingini er vanligt, at umsøkjarar fylla út eitt umsóknarblað. Vit hava nú roynt hesa skipan í nøkur ár. Vit kundu hugsa okkum at fingið eitt sindur meiri at vita um umsøkjararnar og teirra førleikar enn tað, ið ofta sæst á umsóknarblaðnum. Tí mæla vit til at umsøkjarar skriva eitt sindur um seg á umsóknarblaðnum ella senda eina “motiveraða umsókn” og lívsrensl sum ískoyti.

Vit vilja gera vart við, at umsøkjarar, ið søkja til sendistovurnar í Brússel og London eiga at vera innskrivaðir á lestrarstaði í tíðarskeiðnum, sum starvlesnaðurin er.