STARVSLESANDI:Freistin at søkja er mánadagin 23. oktober 2017 á middegi.
Vit hava enn pláss at taka inn starvslesandi fyrra hálvár 2018 á føroysku sendistovunum í Reykjavík og í Brússel.
Seinastu árini hava nógv starvslesandi verið á sendistovum okkara. At vera starvslesandi gevur tær bæði virðismiklar arbeiðsroyndir og eina góða lívsroynd, og fyri sendistovuna kanst tú vera ein virðismikil arbeiðsmegi.
Eisini vænta vit, at tað ber til at finna pláss til onkran starvslesandi afturat í landsfyrisitingini, um samsvar er millum førleikar, uppgávur og áhuga.
Les meira um at gerast starvslesandi í føroysku sendistovunum og miðfyrisitingini her
Freistin at søkja er mánadagin 23. oktober 2017 á middegi. Vinaliga sendið til info(at)tinganes.fo