STARVSLESANDI: Seinastu árini hava nógv starvslesandi verið á sendistovum okkara, og tað gerst alt meira vanligt hjá føroyingum undir útbúgving at vera starvslesandi í stjórnarráðum okkara.
Nú nærkast freistin til, at sendistovurnar og føroysku stjórnarráðini seta starvslesandi til seinna hálvár í 2020.
Freistin at søkja um at gerast starvslesandi á sendistovunum fer frameftir at liggja nakað fyrr enn áður.
Freistin at søkja á sendistovurnar er ásett at vera mikudagin 1 apríl. Freistin at gerast starvslesandi í stjórnarráðunum er mikudagin 1. apríl. Vinaliga sendið til info(at)tinganes.fo
Sum vanligt, ber til at søkja um at gerast starvslesandi á føroysku stjórnarráðunum og føroysku sendistovunum. Tað ber til at søkja til fleiri sendistovur ella stjórnarráð samstundis, men vit vilja fegin, at umsøkjarar raðfesta síni ynski. Vert er at hava í huga, at viðurskiftini við hvørt laga seg soleiðis, at eitt ráð ella ein sendistova ikki fær tikið inn starvslesandi.
At vera starvslesandi gevur tær eina góða lívsroynd, og fyri sendistovuna ella landsfyrisitingina ert tú ein virðismikil arbeiðsmegi.
Seinastu árini hava nógv starvslesandi verið á sendistovum okkara, og tað gerst alt meira vanligt hjá føroyingum undir útbúgving at vera starvslesandi í stjórnarráðum okkara.
- Les meira um at gerast starvslesandi í føroysku sendistovunum her
- Les meira um at gerast starvslesandi í landsfyrisitingini her
Til starvslestur í landsfyrisitingini er vanligt, at umsøkjarar fylla út eitt umsóknarblað. Vit hava nú roynt hesa skipan í nøkur ár.
Vit kundu hugsað okkum at fingið eitt sindur meira at vita um umsøkjararnar og teirra førleikar enn tað, ið ofta sæst á umsóknarblaðnum.
Tí mæla vit til at umsøkjarar skriva eitt sindur um seg á umsóknarblaðnum ella senda eina “motiveraða umsókn” og lívsrensl sum ískoyti.