26.09.2013 · Løgmansskrivstovan

Starvslesandi til sendistovurnar og føroysku landsfyrisitingina

Uttanríkstænastan á Løgmansskrivstovuni tørvar starvslesandi til sendistovur okkara í Keypmannahavn, Brússel, Reykjavík og London.

Nú nærkast freistin til, at sendistovurnar og føroysku stjórnarráðini taka inn starvslesandi til fyrru hálvu í 2014. Í hesum umfari vænta vit, at allar sendistovurnar taka ímóti starvslesandi.
 
Freistin at søkja er mikudagin 9. oktober 2013. Vinaliga sendið til info@tinganes.fo
 
At vera starvslesandi gevur tær eina góða lívsroynd, og fyri sendistovuna ella landsfyrisitingina ert tú ein virðismikil arbeiðsmegi. Seinastu árini hava nógv starvslesandi verið á sendistovum okkara, og tað gerst alt meira vanligt hjá føroyingum undir útbúgving at vera starvslesandi í stjórnarráðum okkara.
 
Les meira um at gerast starvslesandi í Uttanríkistænastuni á: http://www.tinganes.fo/Default.aspx?ID=11028
 
Les meira um at gerast starvslesandi í landsfyrisitingini á: