25.03.2014 · Løgmansskrivstovan

Starvslesandi til sendistovurnar og føroysku landsfyrisitingina

Starvslesandi til sendistovurnar og føroysku landsfyrisitingina

Uttanríkstænastan á Løgmansskrivstovuni tørvar starvslesandi til sendistovur okkara í Keypmannahavn, Brússel, Reykjavík og London.

Nú nærkast freistin til, at sendistovurnar og føroysku stjórnarráðini taka inn starvslesandi til seinnu hálvu í 2014. Í hesum umfari vænta vit, at allar sendistovurnar taka ímóti starvslesandi.

Freistin at søkja er mánadagin 7. apríl 2014 á middegi. Vinaliga sendið til info@tinganes.fo

At vera starvslesandi gevur tær eina góða lívsroynd, og fyri sendistovuna ella landsfyrisitingina ert tú ein virðismikil arbeiðsmegi.

Seinastu árini hava nógv starvslesandi verið á sendistovum okkara, og tað gerst alt meira vanligt hjá føroyingum undir útbúgving at vera starvslesandi í stjórnarráðum okkara.

Les meira um at gerast starvslesandi í Uttanríkistænastuni her

Les meira um at gerast starvslesandi í landsfyrisitingini her

Til starvslestur í landsfyrisitingini er vanligt, at umsøkjarar fylla út eitt umsóknarblað. Vit hava nú roynt hesa skipan í nøkur ár.

Vit kundu hugsa okkum at fingið eitt sindur meiri at vita um umsøkjararnar og teirra førleikar enn tað, ið ofta sæst á umsóknarblaðnum. Tí mæla vit til at umsøkjarar skriva eitt sindur um seg á umsóknarblaðnum ella senda eina “motiveraða umsókn” og lívsrensl sum ískoyti.