16.08.2016 · Løgmansskrivstovan

Starvslýsing: Aðalstjóri at stjórna Uttanríkis- og vinnumálaráðnum

Starvslýsing: Aðalstjóri at stjórna Uttanríkis- og vinnumálaráðnum

Nú verður aftur lýst eftir einum aðalstjóra at standa á odda fyri Uttanríkis- og vinnumálaráðnum.

Aðalstjórin er næsti ráðgevi hjá landsstýrismanninum og hevur ábyrgdina av dagligu leiðsluni, menningini og rakstrinum av Uttanríkis- og vinnumálaráðnum. Aðalstjórin er ovasti leiðari fyri ráðið.

Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 5. september 2016 kl. 12.00.

Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Starvslýsingin kann lesast her