Løgmansskrivstovan sóknast nú eftir einum dugnaligum, ágrýtnum og framskygdum ráðgeva í búskaparmálum.
Starvsøkið fevnir um fíggjarligt og búskaparligt virksemi og ráðgeving á Løgmansskrivstovuni. Høvuðsuppgávan verður at ráðgeva og vegleiða løgmanni í búskaparligum og fíggjarligum viðurskiftum.
Búskaparligi ráðgevin hevur ábyrgdina av fíggjarlógararbeiðinum og fíggjarstýringini á Løgmansskrivstovuni, men luttekur eisini í øðrum samstarvi og tvørvegis verkætlanum um búskaparlig viðurskifti, eitt nú kredittmetingararbeiði.
Umsóknir við prógvum, lívsrensli (c.v.) o.ø. skulu vera Løgmansskrivstovuni í hendi í seinasta lagi:
mánadagin 26. oktober 2015 kl. 12.00.
Starvið verður sett frá 1. januar 2016 ella eftir nærri avtalu.
Lesið meira her