Í sambandi við, at Føroyar hava latið menningarstuðul til heilsuverkætlan í Kenja, lýsir Løgmansskrivstovan eftir heilsustarvsfólki úr Føroyum at virka í Kenja í 1-3 mánaðir.
Tað er altjóða felagsskapurin Christian Aid, sum umsitur verkætlanina.
Verkætlanin fer fram í Narok County, sum liggur í útsynningspartinum av Kenja.
Talan er um eina fýra ára verkætlan, ið byrjaði í januar 2013 og heldur fram til árslok 2016.
Verkætlanin verður framd í samstarvi við heilsumálaráðið í Kenja og staðbundnar myndugleikar og felagsskapir, sum virka í Narok økinum.
Kenja telist millum heimsins fátækastu lond.
Í Narok County liva 33,7 prosent av íbúgvunum undir fátækramarkinum, og heilsustøðan er ikki góð.
Talið av barna- og móðirdeyða er høgt og boðar frá átrokandi tørvi at betra um heilsustøðuna hjá mammum og børnum í økinum.
Endamálið við verkætlanini er at betra um heilsuna hjá kvinnum, ið eru við barn, og at minka um barnadeyða við m.a. at betra um tænastur og viðgerð í sambandi við barnsburð og barnarøkt.
Somuleiðis skal upplýsast um avmarking av barnatali.
Tann, ið verður sett/ur, fær sum uppgávu at:
• Kanna, greina og skjalprógva nýskapandi tiltøk innan móður- og barnarøkt
• Vísa á og lýsa góða fyriskipan av móður- og barnarøkt.
• Virka fyri menning av lokalum førleikum innan verkætlanarleiðslu, eftirliti og eftirmeting.
• Stuðla lokalum samstarvsfelaga at røkka út við sínum virksemi, at virka á staðnum og at arbeiða fyri betraðum tænastuveitingum og viðgerð í sambandi við barnsburð og barnarøkt.
• At ráðgeva og vegleiða ungdómi um nøringarheilsu og familjuplanlegging.
• At fylgja verkætlanargongdini og fremja eftirlit vegna Uttanríkistænastuna.
Førleikakrøv
Kravt verður, at umsøkjarin:
• Hevur viðkomandi útbúgving innan heilsuøkið
• Hevur viðkomandi royndir innan almenna heilsuøkið, serliga innan barna- og móðurrøkt
• Hevur góð samstarvsevni.
• Hevur góðar førleikar at kanna og greina
• Hevur góðar málførleikar, bæði á føroyskum og enskum, munnliga og skrivliga
• Hevur góðar samskiftisførleikar, formliga og óformliga, og góða mentanarfatan
• Er til reiðar at læra.
• Er til reiðar at virka undir trongum korum við avmarkaðum hentleikum
Tað er ein fyrimunur, at umsøkjarar hava kunnleika og innlit í menningararbeiði .
Løn og setanartreytir
Starvið er ólønt.
Útreiðslur í sambandi við ferðing, uppihald, trygging o.l. verða goldnar.
Miðað verður ímóti starvssetan frá 1. februar 2015 ella so skjótt sum til ber.
Nærri kunning um starvið
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Margrethu Jacobsen, fulltrúa, á tel.: 55 61 28 ella umvegis teldupost margrethaj@tinganes.fo
Umsókn
Umsóknir á enskum máli við prógvum, lívsrensli og møguligum viðmælum skulu vera Uttanríkistænastuni á Løgmansskrivstovuni í hendi í seinasta lagi hósdagin 16. oktober 2014, kl. 12.00.
Umsóknin skal sendast til :
Løgmansskrivstovan
Postrúm 64, Tinganes
110 Tórshavn
Ella við telduposti til info@tinganes.fo
Setanarsamrøður verða væntandi í viku 43 (20. – 24. oktober 2014)
............................................
Christian Aid er altjóða hjálparfelagsskapur, settur á stovn av kirkjuligum felagsskapum í Bretlandi og Írlandi.
Felagsskapurin virkar í dag óheft og í tøttum samstarvi við lokalar myndugleikar og felagsskapir á staðnum at basa fátækradømi og virka fyri javnrætti í heiminum.
Í Kenja arbeiðir felagsskapurin við menning innan heilsuøkið. Sí meira kunning á heimasíðuni hjá Christian Aid: www.christianaid.org.uk
................................................