Løgmaður var í kvøld vertur við stásdøgurða á Hotel Føroyum fyri hennara hátign Drotning Margrethu og prinsgemalinum. Umframt tey kongaligu vóru millum onnur landsstýrið, løgtingið og embætisfólk gestir løgmans.
Skráin var samansett soleiðis, at undan døgurðanum hildu løgmaður og drotningin røður og nakrir av okkara fremstu tónleikarum trinu á pallin. Eisini handaði løgmaður gávu til drotningina. Gávan er pálmapílur úr Eysturoynni, arktiskur pílur úr Viðoynni, urtapílur úr Streymoynni og baraldur úr Svínoy. Tað er Gróðurstøðin í Hoyvík, sum hevur staðið fyri at fáa til veg gávuna, sum verður plantað í einum av urtagørðunum hjá kongshúsinum í Danmark.
Tann fyrsti at upptraðka til stásdøgurðan var blaðungi fuglfirðingurin Rúni Hentze. Rúni spældi trompetkonsert eftir Haydn í Es dur 2-3 sats. Fylgispæl á flygel hevði Jóhannes Andreasen.
Rúni byrjaði at spæla horn sum 8 ára gamal. Hann hevur nýliga vunnið klassisku kappingina hjá Berlingske Tidende fyri framúr trompetspæl. Fyri hetta fekk hann handað gullmedalju á hátíðarhaldi í Tivoli í mai mánað.
Hanus G. Johansen, sum júst er blivin 60, framførdi sangir, hann sjálvur hevur gjørt løg til. Av teimum er Blóma Mín eftir Poul F. Joensen helst tann kendasti. Hann hevur við sera hepnari hond sett løg til eitt ótal av yrkingum. Listarligu gávur Hanusar eru at finna á fleiri fløguútgávum.
Seinni var høvið at hoyra Tarira, ið er eitt av fremstu kórunum í Føroyum. Tað er Sunleif Rasmussen, sum stjórnar kórinum. Tarira var stovnað í 2002 og fer at framføra sangir eftir Fríðriki Petersen, Piet Hein og Poul F. Joensen.
Seinasta mentanarliga framførslan undir stásdøgurðanum stóð Tjóðpallur Føroya fyri. Tað var Ria Tórgarð, sum framførdi søguna Dronningebesøget eftir William Heinesen. Súsanna Tórgarð hevur leikstjórnað.
Viðkomandi leinkjur:
Gróðurstøðin www.us.fo/Default.aspx?ID=5494
Rúni Hentze www.berlingske.dk/musik/syv-musikere-fik-guld
Hanus G. Johansen www.myspace.com/hanusgjohansen
Tarira www.tarira.fo
Tjóðpallur Føroya www.tjodpallur.fo