Stóra oljumessan í Stavanger, Offshore Northern Seas, stytt ONS, byrjar í morgin, týsdagin 28. august. Sum vanligt eru fleiri føroyskar fyritøkur við á messuni.
Uttanríkistænastan í Løgmansskrivstovuni skipar í samstarvi við Vinnuhúsið og Oljuvinnufelagnum fyri, at føroyskar fyritøkur kunnu marknaðarføra seg á stóru oljuvinnumessuni ONS í Stavanger. Samstarvað verður eisini við Vinnumálaráðið og Jarðfeingi, ið eisini verða umboðað á oljuvinnumessuni.
Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, og Johan Dahl, vinnumálaraðharri, verða báðir hjástaddir á ONS í ár, og har luttaka teir á ráðstevnu og toppfundi við ráðharrum og vinnulívsleiðarum, umframt at vitja føroyska landsbásin.
Løgmaður er ógvuliga fegin um, at tað almenna og vinnulívið á hendan hátt kunnu lyfta uppgávuna í felag at marknaðarføra føroyskar fyritøkur á slíkari messu.
Upprunaliga var tað Menningarstovan, ið fyriskipaði tiltøk at fremja føroyskan útflutning og vinnuligt samstarv tvørturum landamørkini. Hendan uppgávan hevur síðani 2009 ligið hjá Uttanríkistænastuni, sum í 2011 gjørdist partur av Løgmansskrivstovuni. Til tess at hava ein greiðan samleika í marknaðarføringshøpi úteftir verður heitið Promote Faroe Islands nýtt, eitt nú á oljumessuni ONS. Promote Faroe Islands er sostatt útflutningsframa eindin í føroysku Uttanríkistænastuni, og tað er hendan eindin, ið fyriskipar messuluttøku við føroyskum landsbási, har ið fyritøkur kunnu luttaka móti ávísum gjaldi. Fyriskipanin av slíkari messuluttøku verður framd í tøttum samstarvi við Vinnuhúsið.
Umframt básin á sjálvari messuni eru føroysku fyritøkurnar partur av móttøku, sum verður umborð á Westward Ho mikudagin 30. august. Móttøkan verður samskipað av Tórshavnar Kommunu saman við Runavíkar Kommunu, har móttøkuluttakararnir fáa brellbitar av føroyskum tónleiki, mentan og mati.
Føroysku fyritøkurnar, sum eru við á ONS í ár, eru Atlantic Airways, Atlantic Petroleum, Atlantic Supply Base, Pam Offshore, Runavíkar Havn, Shefa, Statoil, Supply Service, Thor, Tórshavnar Havn, Tvøroyrar Havn, Vágs Havn og Vónin. Harumframt luttaka Vinnumálaraðið og Jarðfeingi eisini á ONS.