13.01.2009 · Løgmansskrivstovan

Stevið í samgonguni er gott

Stevið í samgonguni er gott

- Svar til oddagrein í Dimmalætting, mánadagin 12. januar 2008.

 

Stórur vilji er í samgonguni at røkka tey ásettu málini í samgonguskjalinum. Týdningarmikil mál krevja viðgerð, og tí eru ongi politisk evni tabu. Men lat ongan iva vera - ætlanirnar hjá samgonguni eru staðfestar og lýstar í samgonguskjalinum. Og tað er samgonguskjalið, sum arbeitt verður eftir.

 

Tann 26. september varð ABC-samgongan skipað. Tá hevði politiska skipanin mest sum ligið lamin í eitt hálvt ár vegna rumbul í CHE-samgonguni.
CHE-samgongan slitnaði í úrtíð, og ABC-samgongan yvirtók eina kladdu til fíggjarlóg. Átrokandi var at fáa fíggjarlógina lidna og samtykta, tí øll fyrisitingin lá í bíðistøðu, og samfelagið í óvissu.
Samgongan hevði tó bert stutta tíð at viðgera fíggjarlógina. Tað var sera óheppið, og tað slapst ikki undan, at umstøðurnar ávirkaðu viðgerðina.

 

Politiskur stabilitetur
Føroyska samfelagið stendur framman fyri stórum avbjóðingum, og um hesar uppgávur skulu loysast, krevst politiskur stabilitetur.
Fyrsta uppgávan hjá samgonguni var tí at tryggja politiskan stabilitet. Hetta málið er rokkið, og stórur vilji er í samgonguni at tryggja gott stev, so málini í samgonguskjalinum verða rokkin. Samgongan er samd um eina felags kós, og í samgonguskjalinum eru politisku ætlanirnar hjá samgonguni lýstar og staðfestar.

 

Ongi tabu í ABC
Týdningarmikil mál krevja viðgerð, og í ABC-samgonguni eru ongi politisk evni tabu.
Samgongulimir hava eins og allir borgarar rætt at siga sína meining alment. Men ein og hvør hevur ábyrgd av sínum útsagnum, og samgongulimir standa til svars mótvegis løgmanni og samgonguni.
Eitt av høvuðsmálunum hjá landsstýrinum og samgonguni er at endurskoða bygnaðin í fiskivinnuni. Ein skipanarnevnd verður tí sett fyrsta dagin, og nevndin skal viðgera allar tættir í fiskivinnuni – bæði á sjógvi og á landi.
Tað er ongin loyna, at Javnaðarflokkurin vil, at tilfeingisvirðini í havinum skulu verða umsitin av einum fiskidagabanka. Umsitingin av okkara tilfeingi er ein tann týdningarmiklasti liður í fiskivinnuni, og tískil er umsiting av fiskiloyvum ein aðaltáttur í arbeiðssetninginum hjá nevndini.

 

Ongar ætlanir um ognarskatt
Uppundir nýggjár umrøddi Jóannes Eidesgaard, fíggjarmálaráðharri, í einum kronikki, uppskotið hjá Búskaparráðnum um at ásetta ognarskatt. Jóannes Eidesgaard helt uppskotið vera áhugavert, og at tað átti at verið tikið upp til kjak. Uppskot og tilmæli frá Búskaparráðnum eiga at verða viðgjørd, tí annars er tað meiningsleyst at hava eitt Búskaparráð. Ognarskattur er ein avgerandi liður í einum hvørjum kjaki um skattapolitikk og eigur tí eisini at vera partur av kjakinum um skattainntøkur hjá landinum.
Men ognarskattur er ikki eitt ásett mál í samgonguskjalinum, og tískil hevur samgongan ongar ætlanir um at innføra ognarskatt í Føroyum.

 

 

Kaj Leo Johannesen
løgmaður