STJÓRNARSKIPAN: Vónandi eydnast tað at finna eina breiða semju, sum eisini umfatar Sambandsflokkin, sigur løgmaður millum annað í í einum § 52a fyrispurningi.
Tað er okkara mál og mín vón, at uppskotið fær eina virðiliga og ikki minst uppbyggjandi viðgerð. Tað svarar løgmaður millum annað í einum § 52a fyrispurningi frá Bárði Nielsen, løgtingsmanni hjá Sambandsflokkinum.
"Uppskotið um Stjórnarskipan Føroya verður latið Løgtinginum í næstum. Eftir ætlan fer uppskotið í eina grein 25 nevnd, har umboð fyri allar flokkar verða umboðað. Vónandi eydnast tað at finna eina breiða semju, sum eisini umfatar Sambandsflokkin. Okkara partur skal ikki liggja eftir," svarar løgmaður millum annað.
Samlaða svarið hjá løgmanni kann lesast her
Løgtingslimir kunnu sambært § 52a í tingskipanini seta landsstýrisfólkunum og løgmanni stuttar skrivligar spurningar, sum ikki eru settir á annan hátt, um almenn viðurskifti. Hesir skulu verða svaraðir í seinasta lagi 10 yrkadagar eftir, at spurningurin er latin inn, ella skal við skrivligari grundgeving boðast frá, at spurningurin verður ikki svaraður. Hesir spurningar verða ikki viðgjørdir í tinginum.