STJÓRNARSKIPANIN: Tá ið freistin er farin fríggjadagin, skal støða takast til, um uppskotið skal tillagast við støði í viðmerkingum frá einstaklingum, stovnum og áhugafelagsskapum.
Fríggjadagin á middegi er freistin hjá øllum føroyingum at siga sína hugsan um stjórnarskipanina. Síðan ólavsøkudag hevur verið møguligt at gera viðmerkingar til uppskotið um stjórnarskipan.
- Eg fegnist um, at vit seinastu vikurnar hava fingið eitt orðaskiftið í lag um hetta stórmál. Tað er mín vón, at so nógv sum gjørligt lesa uppskotið, og siga sína hugsan, sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður.
Tá ið freistin er farin fríggjadagin, skal støða takast til, um uppskotið skal tillagast við støði í viðmerkingum frá einstaklingum, stovnum og áhugafelagsskapum. Síðan verður uppskotið latið Løgtinginum at viðgera og samtykkja. Øll innkomin hoyringsskriv verða latin løgtingsnevndini, ið skal viðgera málið í heyst. Hetta skal tryggja, at viðmerkingarnar verða tiknar við í arbeiðið hjá løgtingsnevndini.
- Eg havi kallað stjórnarskipanina eitt samleikaskjal, tí okkara samleiki skal ikki vera tað, vit eru ósamd um, men tað, vit eru samd um. Hetta snýr seg um at lata ósemjurnar liggja, og leggja dent á tað, vit eru samd um. Tað ber ikki til, at bara tí vit eru ósamd um loysing ella samband, so skal tað forða okkum at semjast um alt tað, vit eru samd um, vísir løgmaður á.
Eftir ætlan verður fólkaatkvøðan um stjórnarskipanina á flaggdegnum tann 25.apríl 2017.
Stjórnarskipanaruppskotið kann lesast her
Viðmerkingar kunnu sendast til teldupostadressuna: info@tinganes.fo