Á Guernsey í summar, varð avgjørt, at Oyggjaleikirnir 2031 skuldu vera í Føroyum. Leikirnir 2027 skuldu eftir ætlan vera á Ynis Môn, men av serligum orsøkum hevur Ynis Môn trekt seg.
Føroyar hava tískil fingið í boði at vera vertir fyri Oyggjaleikunum longu í 2027. ÍSF hevur tikið av møguleikanum.
Føroyar vóru vertir fyri Oyggjaleikunum í 1989. Nú, næstan fýrati ár seinni, hendir tað aftur. Talan verður um 24 luttakandi tjóðir og góðar 3.000 íðkarar, sum koma til Føroya at kappast. ÍSF og landstýrið eru sannførd um, at vit eru klár at hýsa Oyggjaleikunum í 2027. Fyrstu fyrireikingar fara í gongd tíðliga í nýggjá árinum.
Jörgen Pettersson, formaður í altjóða Oyggjaleikanevndini vísir takksemi fyri, at Føroyar hava játtað at verða vertir í 2027. Í viðmerking sigur hann soleiðis:”Føroyar hava víst ábyrgd og tikið eitt tak fyri liðið, nú ein av limaoyggjunum møtti avbjóðing, sum ikki bar til at loysa. Hetta er kjarnan í Oyggjaleikafamiljuni. Vit eru saman um sigrar eins væl og um avbjóðingar”.
Fleiri upplýsingar kunnu fáast umvegis Petur Mittún, aðalskrivara í ÍSF, á fartelefon 218284.
Seinastu Oyggjaleikir vóru í summar á Guernsey. Kappast bleiv í 14 ítróttagreinum. Fleiri enn 2.500 luttkarar frá 24 oyggjum luttóku á Leikunum.
Komandi Oyggjaleikir verða í Orkney í 2025. Eftir Oyggjaleikirnar í Føroyum í 2027, verða Isle of Man vertir í 2029.