Árligi ríkisfundurin millum stjórnarleiðararnar Helle Thorning-Schmidt, Kaj Leo Holm Johannesen og Alequ Hammond varð í dag hildin í Ishøj.
Ymisk mál av felags áhuga vórðu umrødd. Kunnað varð um tær stóru avbjóðingar hjá teimum teimum trimum londunum. Og dentur varð lagdur á at styrkja samstarvið í ríkisfelagsskapinum.
Á skránni fyri fundin var m.a. revsitiltøkini, sum ES hevur sett í verk móti Føroyum. Løgmaður og forsætisráðharrin umrøddu støðuna. Tey bæði løgdu alstóran dent á, at ósemjan við ES um silda- og makrelbýti eigur at loysast við samráðingarborðið og ikki við, at ein partur nýtir ógvuslig revsiátøk í síni roynd at tvinga Føroyar til at góðtaka eitt býti, sum als ikki samsvarar við tann part av ferðandi fiskiríkidøminum, sum Føroyar av røttum eiga.
Umboðan ríkisins í Arktiska ráðnum varð eisini viðgjørd á fundinum. Leiðararnir eru nøgdir við, at umboðan ríkisins við teimum trimum londunum verður varðveitt undir tí nýggja kanadiska formansskapinum.
Í sambandi við ríkisfundin sigur løgmaður Kaj Leo Holm Johannesen: “Árligi ríkisfundurin er týdningarmikil partur av arbeiðinum at menna og styrkja samstarvið í ríkisfelagsskapinum, tí saman standa vit sterkari. Støðan við, at danskar havnir nú eru stongdur fyri føroyskum skipum, sum eru fevnd av revstiátøkum, er alt annað enn nøktandi. Hetta er ein stór avbjóðing fyri viðurskiftini millum Føroyar og Danmark. Á ríkisfundinum havi eg umrøtt málið við danska forsætisráðharran, og eru vit samd um at arbeiða móti eini loysn á trætuni og at varðveita tað góða samstarvið millum londini, nú virðið í felagsskapinum stendur sína roynd. Mín vón er, at semja við ES verður funnin skjótt.”