07.09.2012 · Løgmansskrivstovan

Styrkt samstarv millum Føroyar, Grønland og Áland

Styrkt samstarv millum Føroyar, Grønland og Áland

Annika Olsen, sum eisini er norðurlendskur samstarvsráðharri, hevur verið á fundi í Svalbard saman við hinum norðurlendsku samstarvsráðharrunum. Í hesum sambandi skrivaði hon undir felagsyvirlýsing saman við grønlendska samstarvsráðharranum, Palle Christiansen, og álendska samstarvsráðharranum, Veronica Thörnroos.

 

- Við hesum er fyrsta stigið tikið til at styrkja samstarvið millum tey trý londini. Ætlanin við felagsyvirlýsingini er at styrkja okkara rødd í tí norðurlendska samstarvinum, sigur Annika Olsen í stuttari viðmerking.

 

Samstarvið skal ætlandi fevna um ráðharraráð, embætisnevndir, embætisbólkar og tingmannanevndir.

 

Á Ársfundi Norðurlandaráðsins í Helsinki í heyst er ætlanin, at stjórnarleiðarar og Norðurlandaráðslimir í teimum trimum londunum skriva undir eitt skjal, sum staðfestir samstarvið millum Føroyar, Grønland og Áland, bæði millum stjórnirnar og Norðurlandatingfólkini.


Annika Olsen,
landsstýriskvinna í Norðurlandamálum

Myndatekstur:
Mynd 1: frá vinstru Palle Christiansen, grønlendskur samstarvsráðharri, Annika Olsen og Veronica Thörnroos, álendskur samstarvsráðharri ynskja hvørjum øðrum tillukku við felagsyvirlýsingini

Mynd 2: Norðurlensku samstarvsráðharrarnir á Svalbard. Frá vinstru Halldór Ásgrímsson, aðalskrivari í Ráðharraráðnum, Palle Christiansen, Grønland, Katrín Jakobsdóttir, Ísland, Manu Sareen, Danmark, Ewa Björling, Svøríki, Annika Olsen, Føroyar, Alexander Stubb, Finnland, Rigmor Aasrud, Noreg og Veronica Thörnroos, Áland