Svar uppá opið bræv frá Ingeborg Vinther, forkvinnu í FA, viðv. samanlegging av Arbeiðseftirlitinum og Heilsufrøðiligu Starvsstovuni.
Í einum lítlum samfelag sum Føroyar verður eindarkostnaðurin fyri flestu stovnar hægri enn í einum størri samfelag. Tí er neyðugt, at vit miðvíst leggja okkum eftir at leggja stovnar saman og skapa sterkari og meira munadyggar eindir. Somuleiðis kunnu størri eindir skapa sterkari faklig umhvørvi, sum kunnu stimbra førleikarnar hjá starvsfólkunum.
Løgtingið hevur samtykt at lækka játtanina til Arbeiðseftirlitið. Landsstýrismaðurin í vinnumálum metir, at uppgávurnar, sum arbeiðsumhvørvislógin ásetur, verða loystar betri við at leggja Arbeiðseftirlitið og Heilsufrøðiligu Starvsstovuni saman. Landsstýrismaðurin metir somuleiðis, at samanlagdi stovnurin er førur fyri at røkja hesar uppgávur á fullgóðan hátt, og tað er hansara ábyrgd at tryggja, at hetta hendir. Tað verður uppgávan hjá stjóranum á samanlagda stovninum at skipa fyrisitingina og leggja virksemið til rættis.
Landsstýrismaðurin í vinnumálum hevur ábyrgdina av at fyrisita málsøkini, sum løgd eru til hansara, og hann hevur heimild at leggja Arbeiðseftirlitið og Heilsufrøðiligu Starvsstovuna saman.
Neyðugt er at fremja rationaliseringar í almennu fyrisitingini. Eg skilji tó væl, at fólk kunnu ivast, um ein stovnur er førur fyri at røkja sínar skyldur, um játtanin verður skorin. Men lægri játtan merkir ikki neyðturviliga verri tænastu. Tað er okkara skylda, sum politikarar, at tryggja, at tær tænastur, sum samfelagið bjóðar sínum borgarum, eru í samsvari við lógarkrøvini, og at kostnaðurin fyri hesar tænastur ikki er størri enn neyðugt.
Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður